Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca

VP spyr

NAVN / NR.FO

Lesarin skrivar

Í dag kalla tey ein fyri islamofob um ein ikki við víðopnum ørmum bæði góðtekur og bjóðar islam hjartaliga vælkomnum. Hetta fenomenið verður í dag vanliga lýst sum ein “humanistisk happingarmentan”. Hon ger, at nógv fólk ikki tora at siga sína meining. Ongin vil blíva sæddur sum ein “ómentaður persónur, ið er fullur av fremmandahatur og fordómum”. Ja, tað er óiva fleiri hatfull menniskju í Føroyum og í restini av heiminum, ið eru ímóti muslimum. Men tað merkir ikki, at man er hatfullur fyri tað um man er ímóti muslimum. Tað eru púra vanlig fólk úr øllum samfelagsbólkum, sum innsíggja vandarnar við muslimskum livihátti. Vandin er grundaður og hann er veruligur. Stórur partur av teimum, ið eru ímóti at taka islam til Føroyar (og til vesturheimin sum heild), analysera islam sum ein bólk og ikki sum individir. Hetta av tí grund, at bólkadynamikkur hevur nógv mest at siga, tá tað kemur til mentanir. Tað er tað generella útgangspunktið í sosiologi, sálarfrøði, antropologi og filosofi. Ein mentan verður generelt sæð sum ein samansett samanhangandi heild, ið inniheldur fleiri partar, ið liva saman – ein økologi so at siga. Hvør mentan hevur sín egna (kollektiva) bólkadynamikk. Ekstremistar mugu tí síggjast út frá tí mentanini teir koma frá. Her skal nevnast, at muslimskur bólkadynamikkur og bólkasamanhald er sera robust og hevur alt at siga, tá tað kemur til hesa mentan. Hetta eru mangar orsøkir til. Og tó, orsøkir, sum eru samanhangandi.

Tað er mín djúpasta sannføring, at innan eitt ávíst tíðarskeið, eg veit ikki nær, so kemur annar av tveimum møguleikum at gerast veruleiki. Umstøður fara at eskalera og tí vil islam antin sum átrúnaður verða útihýstur heilt úr vesturlendska samfelagnum, ella eisini so vilja vit missa okkara frælsi og tí eisini okkara demokrati. Tað er ofta torført í dag at skilja, at vesturheimurin kann missa sítt demokrati. Vit eru vorðin von við eitt slag av frælsi, sum ongantíð áður hevur verið til. Eg vil tí gera eina roynd uppá at greiða frá, hvussu tað ber til, at muslimskur bólkadynamikkur kann vera so sterkur og hvussu yvirordna muslimsk mentan skal skiljast innanífrá út frá einari islamskari heimsmynd. Tað krevur innliving at skilja eina og hvørja mentan. Fyrsta stigið er at skilja forútsetningarnir við teirra veruleika. Harumframt skal man hava tveir logikkar í mentu: Tann fyrsti er at skilja ein bólk gjøgnum ‘trekk’. Tað merkir, at mentanir eru eisini eyðkend av negativum trekkum, sum kunnu generaliserast. T.d. er granska væl í hvussu sterkt trekkið hjá muslimum er í forhold til hvussu ekstreman mun teir síggja á muslimum og ikki-muslimum (“vit og tey”, “innanfyri og uttanfyri”). Harnæst skal muslimskur bólkadynamikkur síggjast gjøgnum ein samlaðan pakka: Man kann ikki sortera “góðir muslimar” út frá “ekstremum muslimum”. Hetta eru “pakkaloysnir” so at siga, tí markið millum ein ekstreman muslim og ein mildari muslim kann hvørgin definerast ella finnast. Tingini eru sera samantvinnaði og at hugsa, at man kann sortera individir í tí muslimsku mentanini er sera naivt. Vit mugu tosa um útbreidd ella dominerandi trekk hjá einum bólki – og hvussu hesi trekk koma til sjóndar í ymiskum pørtum av hesum bólki. T.d. eru nógvir muslimar, ið høvdu stemma uppá ein ekstreman terror-stuðlandi muslim, men høvdu ikki sjálvur verið ekstremir. Aðrir høvdu ikki gjørt soleiðis, men høvdu vilja at dóttur tín dekkaði andlit sítt – sum er regulin. Aðrir kunnu t.d. vera óseriøsir í teirra átrúnaðarliga lívið og fáa ein son, ið verður vandafullur – tí islam leggur konsekvent upp til harðskap á fleiri planum í senn. Aðrir fáa synir, ið dáma at ganga úti í størri flokkum um náttina. Í stuttum: Tá vit analysera, analysera vit trekk – og tá vit analysera islam, mugu vit vurdera ein bólk og ikki sorteraði individir. Argumentið verður undirbygt niðanfyri.

Gongdin er statistisk, faktuel, prógvað og ikki komandi uttanum. Tá man velur at fyrihalda seg og kanna neyðug hagtøl og fyriliggjandi søguliga próvførslu ið eftirhondini strekkir seg yvir eitt tíðarskeið á 1400 ár, er einans ein niðurstøða: Islam broytir seg ikki.  

Islam fjalir seg undir at vera ein átrúnaður. Hóast, ella kanska akkurát tí, eg helst veit meira um islam enn tey flestu uttan tó at hava nærlisið koranina, ei heldur tær skriftirnar ið liggja uppat henni, so er tað á ongan hátt torført at lesa seg inn til sjálvt konseptið aftanfyri ideologiina islam. Heildarmyndin byrjar við Muhammed, ið áleið 24 ára gamal í árinum 595, giftist múgvandi einkju í Mekka. Kvinnan, Khadidjah, er fjøruti ára gomul og eigur kamelkaravanuna, ið Muhammed stendur á odda fyri. Tey bæði fáa børn saman, umframt at kvinnan eisini eigur onnur børn frá fyrra hjúnarlagnum. Tá Muhammed er um fjøruti ára aldur fær hann fyrstu opinbering sína. Her byrjar so tann rørslan, ið vit í dag kenna sum islam. Muhammed sær seg sjálvan sum tað triðju og endaligu loysnina frá Ábrahami. Jødarnir komu fyrst, síðani tóku tey kristnu yvir og nú er tað so, sambært Muhammed, at stafettin endaliga er givin honum sjálvum í hendi vegna Allah.

Ein skilir islam við at eygleiða Muhammed. 90% av koranuni snýr seg um Muhammed og 10% um Allah. Tvs. at Muhammed er serstakliga sentralur í einari muslimskari heimsmynd. Muhammed giftist við einari seks ára gamlari gentu og fullbyrðar hjúnarbandi tá gentan er níggju ára gomul. Hetta var eisini óvanligt fyri hansara samtíð. Pápi gentuna, ið var vinur Muhammeds, var ímóti hesum. Minst til at Muhammed, eisini í dag, er fyrimynd hjá Muslimum. Fostursonur Muhammed, sonur til fyrstu konu Muhammeds Khadidjah, ið nú var deyð, var giftur sera vakrari kvinnu. Muhammed segði seg hava fingið opinbering, har honum var álagt at gifta seg við hesi kvinnu, ið fostursonurin tí nú mátti lata seg skilja frá. Muhammed álegði eisini eina skyldu á allar sínar viðhaldsmenn, at av øllum herfongi skuldi gjaldast ein skattur til Muhammed sjálvan. Tað liggur í islam at leiðarin fær bestu sømdirnar og hesin tráðurin verður hildin uppi av flestu teirra ið yvirtaka stýrandi leiklutin so hvørt sum verandi muslimskir valdsharrar falla frá.

Islam og Koranin krevja at muslimar eftirlíkna Muhammed. Fyrstu 13 árini í Mekka hevði Muhammed fá viðhaldsfólk og lítið vald. Hann var samstarvshugaður, tolerantur og vísti ongar ábendingar til valdsmisnýtslu. Hann fyrigav teimum, sum særdu hann og royndi ikki at hevna seg. Men eftir at hann kom til Medina, broytti hann fullkomuliga atferð. Tá ið hann fekk størri vald, eydnaðist tað honum at leggja stór landaøki undir islam. Hópur av ikki-muslimskum monnum vórðu eirindaleyst myrdir og kvinnur teirra neyðtiknar og gjørdar til konur ella hjákonur hjá muslimskum harrafólki. So við og við fáa serliga jødar og kristin, fyri ein part, loyvi at liva treytað av, at tey gjalda ein serligan skatt umframt at tey noyðast at lata seg kúga sum eina undirstætt undir muslimskum harradømi.

Í teimum meira enn 1400 árunum síðani islam byrjaði, eru 49 lond við valdi undirløgd islam. Tvs. lond sum í dag hava meira enn 50% av muslimum. Og tað er søguliga prógvað, at einans við at nýta vald, kunnu øki, ið eru undir islamskum harradømi, vinnast aftur til at gerast fræls. Hetta eru Spania og Portugal dømi um. Gjøgnum tey 1400 árini, síðani islam byrjaði, er einki undantak hesum viðvíkjandi. Og eftirsum muslimar skulu eftirfylgja Muhammed, er hetta altíð mynstrið, ið sæst í islam.

Islam er tvingsul ið er knýtt at revsing, har finst einki val. Allir muslimar eru álagdir at útbreiða og fremja islam. Av hesi orsøk føðist hatri fram mótvegis øllum teimum, ið forða teimum at røkka hetta málið. Muslimar hata tí USA, teir hata Ísrael, tey kristnu, jødarnir, teir hata allar aðrar trúarbólkar tí islam noyðir hetta fram í teimum, teir hava einki val. Teir eru eisini álagdir at revsa minni seriøsar muslimar. Alt ið kemur í vegin fyri islam verður potentielt hatað av muslimum. Og, tað kann ikki vera øðrvísi. Tað er deyðadómur, um ein muslimur konverterar frá islam. Tann deyðadømdi hevur tríggjar dagar, har hann kann konvertera aftur til islam, áðrenn deyðadómurin verður útintur. Hetta er orsøkin til at so nógvir muslimar finna uppá at drepa egnar familjulimir. Øll børn, ið eru fødd av muslimskum foreldrum eru roknað sum muslimar. Her er einki frælsi til at trúgva øðrvísi.

Í mun til vesturlendska mentan, har lygn etiskt sæð er uppfatað sum nakað skeivt, er tað muslimum loyvt at lúgva fyri vantrúgvandi, tá hetta er fyri at fremja jihad/heilagt kríggj. Tað merkir at vinna landaøki fyri islam. ”Islam” merkir at geva seg undir og ”muslimur” merkir ein, ið gevur seg undir Allah. Málið er at leggja allan heimin undir islam. Allah áleggur øllum teimum, ið geva seg undir hann at fremja jihad/heilagt kríggj. Hetta vinnur altíð í longdini í islam, tí tey ídnu stríðast fyri tí og hini verða noydd til at fylgja við. Muslimar í vesturlendskum londum síggja seg sum tey, ið eiga rættindini í londum teirra vantrúgvandi, hóast tað ikki enn er komið á mál við islamsku ætlanini.  60% av versunum í koranuni snúgva seg um útinnandi jihad/heilagt kríggj. Fyri at fremja jihad/heilagt kríggj, er loyvt muslimum, út frá koranini, at nýta ‘svørð, lygn og svik’. Tað at lúgva fyri at fremja islam í einum krígsøki, sum eitt nú vesturheimurin er fyri islam, verður tilroknað einum muslimi sum ein góður gerningur. Og her er tað vert at minnast, at tað eru teir góðu gerningarnir, ið muslimar mugu ogna sær, fyri at flýggja helviti og røkka paradís. Tað er bert við at doyggja í jihad/heilagum kríggi, at ein muslimur kann vera vísur í, at hann kemur í paradís. Tann paradoksala lygnin ið fleiri lærdir muslimar fyrihalda seg til í altjóða miðlum, er, at hóast teir fult væl vita, at tað teir siga er lygn í okkara uppfatan, so eru teir tó á fult tryggari islamskari grund, tá teir aftaná eina yvirgangsatsókn kunna siga, at hetta er ikki í tráð við Koranina. Tí í henni stendur, at muslimar skulu elska jødar og kristin. Hetta stendur eisini í Koranini, men lærdir muslimar vita, at eins og við lívinum hjá Muhammed, so er tað altíð tann seinni parturin, ella tann seinna orðingin hjá Muhammed í mun til tað fyrru, ið er tann avgerandi rætta. So í okkara hugaheimi lúgva teir, men í teirra er hetta fult í tráð við heilaga kríggjið, ið er álagt øllum muslimum.
 
Tú kanst ongantíð vera vísur í, um ein muslimur sigur satt fyri tær ella ikki. Muhammed framdi dupultspæl fyri at fremja islam og sama er álagt øllum muslimum. Fyri ein muslim í einum ikki-muslimskum landi, er krígsstøða altíð galdandi, har hann eigur at nýta svik fyri at lumpa ikki-muslimar, so teir ikki skilja, hvat veruliga ætlan islams er. Tvs. sambært koranini. Tá muslimar til dømis nevna islam ein friðarins átrúnað, so er tað einki grundarlag fyri útsøgnini í 1400 ára søgu islams. 

Í Koranini 16:106, verður tað loyvt muslimum at siga seg ikki vera muslimar, um hetta er í kríggi. Islam er í konstantum kríggi við øll lond og økir, ið ikki eru undirløgd islam. Allur vesturheimurin er tí krígsøki fyri islam.

Tað er ikki loyvt muslimum at gerast vinir við ikki-muslimar á tann hátt, ið vesturlendsk uppfatan er av vinarlagi. Muslimar rokna seg sum harrafólk yvir øllum øðrvísi trúgvandi menniskjum. Ein muslimskur maður kann gifta seg við kristnari ella jødiskari kvinnu. Henda kvinnan noyðist at frásiga sær umsiting av egnum lívi. Tær kunna ikki víðarigeva egnu trúgv til síni børn, tí børnini skulu uppfostrast sum muslimar. Tann ikki-muslimska kvinnan noyðist eisini at vera samd í at liva í kynsligum trældómi, og kann bukast um hon ikki samtykkir. Muslimskar kvinnur kunnu hinvegin ikki giftast við ikki-muslimskum monnum.

Muslimar uppfata øll øðrvísi trúgvandi sum verandi ímóti islamsku hugsanini um at vinna heimin fyri Allah, og tí eru vit teirra fíggindar. Muslimum er loyvt at sýna vinskap við vantrúgvandi uttaná, men ongantíð innaní. Al-Bukhari, ein lærdur muslimur viðmerkir til Koranina 3:28: “Vit muslimar smíla ímóti andlitum teirra vantrúgvandi, hóast okkara hjørtu forbanna teimum”.
 
Í Fraklandi og Onglandi, eru øki, ið løgreglan ikki hevur ræði á og í fleiri førum ikki torir at ferðast inn í. Har er í praksis islamsk sharia lóggáva galdandi. Í Svøríki eru 53 økir (2015), ið eru undir slíkum umstøðum við skipaðum islamskum brotsmannaliðum. Fólk tora einfalt ikki at seta seg upp í móti teimum. Í okkara mentan liva vit sum frælsir einstaklingar, men muslimar halda saman í bólkum, og tí verða teir fleiri ímóti einum í okkara opnu frælsu samfeløgum. Teir útnytta tað eirindaleyst og vit hvørki duga ella eru ætlað til at fyrihalda okkum til tílíkt lógloysi.

Í USA koma tilflytarar við tí endamálinum at gerast amerikanarar við at teir ogna sær tey somu virðini ið fólkið hevur sum býr í USA. Muslimskir flóttar koma hinvegin til eitt nú Týsklands við tí í hyggju at týskarar nú skulu góðtaka tey muslimsku virðini. Tað er eins og ein fremmandur gestur sum vitjar eitt vanligt heim og sum, ístaðin fyri at innorna seg hjá sínum verti, nú krevur at alt inni í heiminum og verturin sjálvur, skula broyta seg til tey virðir ið hesin gesturin hevur tikið við sær heimanífrá.

Í eini sjónvarpssending á CNS news, segði Birgitte Gabriel, stovnari, forseti og stjóri á ACT! for America, at sambært øllum heimsins fregnartænastum, so eru tað 1,2 milliardir muslimar, og at, av hesum eru tað millum 16 og 25%, ið eru víðgongdir. Í tølum merkir hetta, at tað eru 180 til 300 milliónir muslimar, ið hava sum endamál at oyðileggja vesturlendsku sivilisatiónina. Og, sigur hon: at hóast Týskland, Sovjet, Kina og Japan øll høvdu friðarligar meirilutar, tá hesi somu lond hvør sær framdu ræðuligar mannatýningar, so vísti allar hesar hendingar, at friðarligi meirilutin var irrelevantur í mun til tað sum fór fram.

Fyrsti forsetin í Singapore, Lee Kuan Yew, ið sat frá 1959 til 1990, leiddi Singapore frá menningarlandi til eitt tað mest framkomna landi í øllum Asia. Hann skrivar hetta um integratión í bók síni, Hard Truths to Keep Singapore Going, frá 2011: ”I would say today, we can integrate all religions and races except Islam.”

Orsøkin til at tað ikki eydnast at integrera muslimar í eitt vesturlendskt demokrati, er tí teirra átrúnaður ikki loyvir tí. Muslimar eru ein bólkur, ið ikki ynskir at gerast partur av nakrari aðrari mentan. Sum bólkur rokna teir øll menniskju, ið ikki eru muslimar, sum mótstøðufólk, ið antin skulu týnast ella undirleggjast muslimskt harradømi. Kristin og jødar, tað vil siga tey, ið hava monoteistiskan átrúnaða, kunnu við skerdum rættindum, og ofta eisini forfylgd og trælkaði, liva í islamskum londum. Hetta hevur altíð verið soleiðis í islamskum londum. Tey, ið ikki hava monoteistiskan átrúnað, tað vil siga trúgva á ein Gud, mugu antin konvertera til islam ella eisini verða dripin. Og øgiliga nógv verða dripin, eisini kristin og jødar.

At enda kemur veruleikin niður til bara tveir møguleikar í takt við at islam fer at ekspandera. Annar er at vit koma at útvísa islam sum heild úr demokratisku londunum og harvið øll tey, ið velja seg til islamsku ideologiuna. Hin er at islam longu hevur fingið so stórt ræðið á okkara samfeløgum, at vit nú hava mist útlitini til framhaldandi demokrati og harvið eisini okkara frælsi. Livst so spyrst.

Ei heldur ber til at vera tolerantur yvirfyri islam. Fyrra orsøkin er, at islam vil fremja ágang á øll rættindi hjá øðrvísi trúgvandi um hetta verður loyvt. Hin andsøgnin er at meta tað tolerant at góðtaka islam á sama hátt sum aðrar trúarbólkar. Tað ið ein tá veruliga ger, er at samtykkja, at øll menniskju, ið longu eru innlimað í muslimska heimin skulu haldast har, tí tað finst eingin vegur útaftur sum er. Og, allarflestu í muslimska heiminum hava ongantíð valt seg inn í islam, tey eru fødd inní tað uttan nakrantíð at hava havt nakað val. Og, tað er við lívinum í vága, bókstaviligani, um nakar teirra vágar sær at lima seg út úr hesum skaranum. Í veruleikanum hevur tað einki við toleransu at gera tá menniskju siga seg ganga inn fyri, at islam eisini má góðtakast á líka fót við aðrar trúarbólkar. Tað er tvørturímóti eitt samtykki til, at øll hesi menniskju ið hava mist egið frælsi vegna islam, skulu fasthaldast í somu støðu uttan nakra vón fyri framman at vinna tað frælsi, ið ideologisk tolorant fólk sjálvi njóta til at kunna velja egnu framtíð. 

At enda vil eg markera eina observatión um ideologiska toleransu og beskyttarainstinkt. Tvs. ideologiskari toleransu mótvegis muslimum. Eg eri av tí sannføring, at tað er lættari fyri mannfólk at innsíggja tann muslimska vandan. Mannfólk hava generelt eitt unikt beskyttarainstinkt til at meta um vanda og at skilja enten-eller vurderingar. Tvs. beskyttarainstinkt í einum vanligum forstandi. Hetta hoyrir ikki í sama mát til konufólk, sum ofta finna seg í konfliktini av at ikki vilja vera óempatisk og dømandi. Hetta merkir ikki, at nógv konufólk ikki skilja tann muslimska vandan. Ei heldur merkir hetta, at tað ikki eru mong mannfólk, sum eru ideologisk tolerantir. Hetta merkir, at ideologisk tolerant fólk eru í dag vorðin so politisk korrekt, at tey hava avmontera teirra beskyttarainstinkt. Teirra beskyttarainstinkt er avmarkað til hugtakið ”fordómar”. Hetta er heldur ikki heilt óvæntað í einari samtíð, ið ikki hevur uppliva kríggj ella neyð á egnum holdi.

Tá ein ideologiskur tolerantur persónur argumenterar fyri islam, er tað tí skynsamt at hava í huga, at viðkomandi hevur eitt inaktivt beskyttarainstinkt - sum analyserar heilt øðrvísi og útilokar automatiskt aktuellar, sannlíkar og potentiellar vandar.

Jaspur Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann