Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tá ið eg var ungur, plagdi man at hava Ólavsvøku-kabarettir, har man í satiriskum sketchum og tættum skemtaði, serliga við løgtingsmonnum, men í dag er fulkomuliga broytt. 

Tað finst eingin líkinda studenta-kabarett longur; tað sindrið av satiru, sum er í dag, eru professionellir komediantar, sum sjálvir eru skiftivís politikarar og sjónleikarar.

Í dag hevur man so í staðin fyri flytt allan skemtileikin inn í sjálvt Løgtings-húsið, har man letur sjálvan løgtingsformannin vera ta avgjørt fremstu rukkuna. 

Tann  fyrrverandi stór-sparkarin, ung-pensionisturin og grundspekulanturin, løgtingsformaðurin á Reynatúgvu spælir jú sjónleik, bæði uttanfyri og innanfyri løgtingsgátt alt árið; t.d. letist hann at vera  hart plágaður av anorexia, so skjótt ein donsk drottning er í nánd og býður honum ein bita, men afturfyri  er hann grammur  grovátari, tá ið  ein krónprinsur býður honum til háborðs á Christiansborg.

Hann kemur úr einum flokki av abstraktum futuristum, sum ongantíð hava havt jørðforbindilsi, men hava arbeitt við eini imaginerari loysing í meira enn 70 ár. 

Sjálvur er hann eisini so fast og vælplantaður í framtíðini, at hann longu í allarbesta aldri hevur tryggjað sær eina ta hægstu pensions-veitingina í øllum Tí danska Ríkinum. Hann er allarhelst yngsti og frískasti pensionistur á allari Jørðini. 

Í ár koyrdi hann løgtingsmenn heim við fullari løn longu á flaggdegi, tí hann hvørki dugdi, tímdi ella  orkaði  at debattera við teir - hann vildi nógv heldur í hagan at krógva seg, so hann súltaði tey allarflestu løgtingsmál. 

Síðani hevur hann í bestu agurkutíð  roynt seg sum kringvarps-politikara, har hann, uttan nakra andstøðu  hevur fortalt naivum varparum um hvønn bagatell, hann hevur fingist við, uttanfyri Løgtingið; - hann leitaði sær beinleiðis landspall, sum djarvur futurist-politikari í Sandshaga, har hann í innbodnari fjøld av berghols-fólki stórfagnaði  fjarum borandi framtíðar-hendingum við  alment fíggjaðum fýrverkaríi, sum hann dynamiskt kallaði fyri "berghols-skot". 

Hesin beskedni smábrestur millum sakleys gimburlomb langt sunnanfyri Skopun og  Lognberg varð skipaður, vegna eina abstrakta tunnell, sum hvørki er begynt ella liðugt teknað ENN. Annars segðist, at sjálvt teir mest holhugaðu vinmenn hjá Túgvuni høvdu ilt við at finna nakra sprekku í svørðinum, eftir dynamitt-brestin.

Men aftaná var kortini høvi til kolossala almenna bergholsveitslu fyri tað fiktiva holið, har serliga innbodnir hol-vinir sluppu at fagna tí óføra spennandi og hugnaliga holinum, sum teir enn ikki hava sæð, men lívliga  rørdir íspeglaðu sær í nýtum orðum, við veittrandi fløggum og sterkum hol-sangi. 

Men teir nærmastu til tað ógjørda holið vóru ikki bodnir við. Onkur av teimum óbodnu holgarpunum  helt tann fjákuta løgtingsformannin tíggja sær sum "eitt hol í jørðini". 

Ein annar politikari, Bjarni Djurholm kallaði skotið fyri ein "vátan dukkufret" hjá Túgvuni.

Tað eru annars ikki nógvar bananrepublikkir í verðini, sum kunnu reypa sær av at hava ein "dukkufrætara" sum formann fyri parlamentinum.  

Aftur har eru vit unik og nógv frammanfyri bæði Norður-Korea, Afghanistan og San Marino.

Suðuroyingar bíða nú spentir eftir eini stórveitslu fyri ta enn meira fjara og fiktiva Skúvoyar-holið, men  í Suðuroynni  hevur Túgvan so fáar veljarar, at tað verður helst av ongum við einum organiseraðum  Suðuroyar-bresti hesumegin valgið. 

Óvist er eisini um tað futurist-brakið skuldi verið hildið í Skúgvi ella í Sandvík!

Tann fyrrverandi javnaðarmaðurin, Axel Johannesen, sum nú er blivin heilt adopteraður av tjóðveldis-sektini og settur í pleygu hjá sporlaministaranum hevur servilt lovað at herja á allar landsins vinnulívsmenn, tá ið hann trínur fram á Ólavsvøku-palli sum meginaktørur og røðari. 

Hann behøvist ikki nakað manuskript, tí hann hevur permanentan missionerandi sufflør, sum leggur honum øll tey "røttu" og frelstu auktions-orðini í munnin. 

Fiska-ministarin og tann hektiski finans-fossurin avgera akkurát, hvat Axel sleppur at halda og  siga, so hann spraklar, sum dømdur seiður á tráðu.

Ex-javnaðar-løgmaðurin fer eisini á Ólavsvøku at venda sær minst tjúgu ferðir til landssparkaran, grundspekulantin, hol-skemtaran, ung-pensionistin, anorexia-patientin og dukkufrætaran við teimum lakonisku orðunum "Harra formaður". 

Flestøll forstanda væl, at tann viljaleysi løgmaðurin so ofta noyðist at trútta og pointera hesi orðini, tí eingin við gonguviti kann forstanda, at tann ekstremt láturliga og óbeskedna rukkan á Reynatúgvu kann sita í landsins mætasta starvi. 

Tað hevur Túgvan hvørki tign, vit ella format til, men hann kundi saktans verið fastur undirhaldari á onkrum obscurum triðja-rangs náttklubbi í Kazakstan, har Pól í Uttastovu av berari eskapismu plagar at ferðast og selja einar tvær úldar seiðagreipur undan hjallinum hjá fiskaministaranum fyri almenna føroyska fígging.

Er tað løgið, at allar skemti-revyir mugu tagna uttanfyri Tingið, tá ið man hevur slíka láturliga og surrealistiska manning í sjálvum Tinginum???

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo