Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Beint nú hava Sveinur Tróndarson og fleiri á fb.-síðum  við sera naivum, "søktum" og heldur forkrampaðum argumentum roynt at forsvara ta óhugnaligu grádigheit, sum loysingarmenn hava nú sum fyrr eftir donskum SER-veitingum.

Men hvussu desperat teir sprakla, kunnu teir aldrin forsvara tað filosofiska fyribrigdið, at er man principielt  ímóti einum ágóða, stuðuli  ella einari veiting, má man vera HEILT konsekventur og frásiga sær tað samsýningina, sum man ikki skoytir um.

Annars er man ikki bara hyklari, men snultari, orðloysingur og biddari!

Men eingin føroyingur  er grammari eftir donskum pengum, enn júst tjóðveldis-bandin. Teir finna og troyta næstan  hvønn danskan grunn, teir koma framat.

Hygg t.d. hvussu skammleysir teir bidda um DANSKAN studning til sín politiska flokk og sítt antidanska tingarbeiði, har teir primert svína danskarar út og skammrósa íslendingum afturfyri.

Hvar er tann republikanski logikkurin ella "stoltleikin"?

Ja, vit, sum eru nóg gomul og minnast, vita væl, at teirra atbiurður altíð hevur verið irrationellur og teirra "nationali stoltleiki" hevur altid verið ein  illusión!

- Teir hava aldrin fingið teori og politiskan praksis til at harmonera.

Hygg eisini eftir Unga tjódveldið sum við følskum limalistum royndi at kradda sær serliga stórar pengaveitingar úr tí Danska Tipsgrunninum fyri fáum árum síðani.

Men allarbesta dømi er tann norðuratlantiski spælibólkurin á Fólkatingi, har teir við DISPENSATIÒN tiltuskaðu sær danskar fólkatingsveitingar, sum teir slett IKKI høvdu reellan rætt til, men teir vildu hava danskar pengar, so teir kundu finansiera ymisk álop á Danmark við rokfundum og skemdar-panfletum.

At tjódveldisflokkurin á Løgtingi troystar sær at vera umsøkjari til  danskan politiskan studning, sum teir skullu spilla Danmark út fyri og  mótarbeiða Danmark við, bæði í Føroyum og aðrastaðni, er fulkomuljga  groteskt hyklarí.

Tað er pubertilur absurditetur, tá ið summir republikanarar royna at forsvara slíkt hyklarí.. Tá bítur man sum principiellur loysingarmaður høvdið  av allari skomm! Og man hunddálkar sítt egna principp um "at man vil klára seg  sjálvur."

Tað finst einki filosofiskt samsvar millum politiskan etikk og slíkan dupultmoral!

Tað er ein ynkilig filosofi at hava í lívinum, at man hevur sett sær fyri at leggja danskar ríkisveitingar, fyri HATUR, og so sjálvur bidda um tær í næsta andadrátti.

Loysingarbandin hevur  altið  snultað skammleyst
MEN tað verður heilt groteskt, tá ið man sum loysingarmenn í Danmark undir krígnum biddaðu danska SERHJÀLP (Føroyaveiting) til føroyskar lesandi, sum førdi við sær, at føroyskir lesandi høvdu betri kor enn nógvir danskir studentar.

Tá hevði man heldur ongan stoltleika og onga ábyrgdarkenslu.

Og man kann ikki loyva sær at brøla um geilar, at "viit vilja klára okkum sjálvi", tá ið man í næsta løtu gramliga  roynir at fáa veitingar úr hvørjum donskum kassa.

Tað er frávera av øllum stoltleika og ynkiligur dupultmoralur. Tað kann ALDRIN filosofiskt, politiskt ella etiskt forsvarast.

Men eg havi eisini kent aggressivar oddamenn ovaliga í tjóðveldisflokkinum, sum ikki fírdu fyri at læna brennivóin frá Ríkisumboðsmanninum, sum ikki bleiv borið aftur, og so beint aftaná vála og brøla um havnargøtur, at allir danskarar og serliga ríkisumbodsmadurin vóru "ekil donsk reyvarhol". So elegant málber hesin fv. løgtingsmaðurin úr tí republikansku sektini seg.

Slíkt er ynkiligt, infantilt og ómansligt, men kortini slett ikki so óvanligt í tí undirluta-plágaðu loysingar-juntaini.

Nationalistar um alla verðina líkjast ótrúliga nógv í teirra irrationellu framferð.

Teir gera seg aloftast  til syndabukkar og mótparturin verður alsamt dæmoniseraður, men kortini systematiskt plyndraður fyri pengar.

Hjá loysingum hevur ALDRI verið nakað  samsvar millum ideal og veruleika, tí loysingar hava ongantíð kent til ábyrgdarkenslu ella vilja erkent konsekvensurnar av teirra skralltóma  reypara-politikki.

Man spillir alsamt pengaveitarin út og trilvar febrilskt eftir síni rollu sum eitt "neyðars" offur. Tað skal altið vera "SYND" í loysingarmonnum!

Tey eru "kúgaði"!
Summir ovurnationalir loysingar blíva so desperatir og tykja SO synd í sær sjálvum, at teir velja bumbuleiðina sum terroristar (18.september 1945).

Henda ússaliga framferð er ikki bara galdandi í Føroyum. Lagið er akkurát tað sama millum nationalistar á Balkan og í Baskaralandinum, har offur-rollan  og undirlutakenslan er sera vanlig afturvið  ótakksamari  útspilling av pengaveitaranum.

Officielt eru loysingar móti donskum blokki, men ÁLVARATOS, HVAR dettur tann danski blokkurin MEST  niður?

Ja, tað er í Havn, har teir allarflestu fastløntu loysingarr búgva, og teir búgva  sera væl, tí teir flestu verða løntir eftir donskum fakfelagsnormeringum.

Teir loysingar, sum ikki fáa tann "hataða "danska  blokkin beint í fangið, lofta honum  við glúpskum matarlysti í ymsum almennum Tórshavnar-fyritøkum.

Beskeðin ella fátæk bygdarfólk fáa minimalt burturav tí danska blokkinum!

Hann verð ur uppetin av fyrst og fremst tí larmandi republikanara-klubbanum í Havn og annars brúktur til alskyns alment centraliserað virksemi í Havn.

Áttu bygdirnar ikki at fingið væl  meira enn helvtina av blokkinum oyramerktar til aktivitet, uttan fyri Suðurstreymoy?

Um tað hendi, hevði blivið ógvisligur panikkur millum hyklararnar í tí danskt fíggjaðu og fjálturskotnu  loysingar-sektini.

Men teir høvdu alt fyri eitt, funnið ein syndabukk og givið teimum illavorðnu danskarunum skyldina!

Gamalt er, at gert tú skálkinum gott, so lønar hann tær við háð og spott! 

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo