Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Lesarin skrivar

Landsgongan hevur nú bakkað so ofta og hartil broytt og hølvað sítt avskeplaða fiska-uppskot, so tey allarfægstu, sum í síni tíð sótu í ad hoc-nevndini, kenna monstrið aftur.

Forfeingiligheitin og klistrið til lanskrakkarnar er kortini so kolossalt fjøtrandi, at gongan heldur vil framleggja eitt totalt óbrúkiligt manifest fyri Løgtingið, enn at taka seg saman og fara frá.

Gongulagi í Landsfylkingini er so vánaligt, at tað ongantíð lukkast at fáa øll í rætt samstundis.

Men nú er mei mánaði, og Poul Michelsen vil fegin út at ferðast.

- Hesu ferð til Kina, so tessvegna leggur gongan ikki frá sær ENN!

Virgar Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo