Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Mítt tastatur

Tað verður júkað dag og dagliga um av teimum politiskt korrektu í Føroyum, at Føroyar mugu halda sínar altjóða skyldur í mun til flóttafólk, neyðhjálp og menningarhjálp, sum partur av altjóða samfelagnum.

Tey eru mong í Føroyum sum tala til kenslurnar hjá vanliga føroyinginum.

Stóra misskiljingin er bara tann, at Føroyar er ikki partur av altjóða samfelagnum, tí at altjóða samfelagið fevnir bara um sjálvstøðug lond, og sum eru limir í ST.

Og tí hava hesar fyrigyklaðu skyldurnar einki við okkum føroyingar at gera.

- Vit eiga ... vit skulu ... vit renna undan ábyrgd ...eru orðingar sum bert eru galdandi fyri sjálvstøðug lond, og eru tí ikki galdandi fyri Føroyar.

Vegleiðingar frá ST um 0,7 prosent av BTÚ hava einki við Føroyar at gera, men er viðvíkjandi sjálvstøðugum londum sum eitt nú Danmark og øðrum londum.

Í altjóða samfelagnum er Føroyar partur av Danmark, og hóast vit yvirtaka útlendingaøkið liggja altjóða bindingar viðvíkjandi flóttafólkum, neyðhjálp og menningarsamstarvi framvegis í Danmark, sum hóast alt er limurin í altjóða samfelagnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo