Um eingin Gud var, so vóru heldur eingir gudsnoktarar
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Á eini kingvarpssíðu verður tann stóroygda og permanent ovurbilsna borgmeistarinnan, frúgvin Annika Olsen, citerað fyri at hava funnið sær ein ófarligan fígginda, og tað eru útlendingar, sum vilja keypa hús í Føroyum, serliga í Havn.  

Hon heldur seg vera raska og heldur reystliga fyri, at hon vil herja á allar múgvandi útlendingar, sum vilja keypa í Havn, og tað kann tykjast sera vælmeint, hvis man vil bremsa húsa-inflatiónini í býnum, men tann sama Annika hevur slett ikki hvept seg, tá ið fólk, sum heldur ikki eru havnarfólk, men standa henni nepotistiskt sera nær, hava uppkeypt stórar húsaognir í Havn, og harvið trýst okurs-prísirnar av bústøðum markant.

Hesi fólk hava ikki keypt bygningar, tí tey sjálvi mangla tak yvir høvdið, men tí tey vilja spekulera í ognarprísum og leiga út til húsaleigur, sum ikki eru fyri tann fátæka havnarborgaran at betala.

Hvat er nú tann principielli munurin av at selja ella leiga til ein útlending ella ein vágbing?

Ja, "pecunia non olet" (pengar lukta ikki), helt romarski keisarin, Vespasian fyri á sinni, tá ið hann akkurát hevði lagt skatt á nátthúsini í býnum.

Vildi Annika býnum væl, arbeiddi hon fyri eini lóggávu, sum bannaði øllum teimum, sum sjálvi hava tak yvir høvdið frammanundan at keypa fleiri bygningar í Havn.

- Tað er tað, sum danskarar kalla fyri "bopælspligt".

Men annars er herferðin hjá Onniku í einum framtíðar-perspektivi eitt sindur ivingasom. Vit minnast øll, hvussu skrædlið var í 1990´unum, tá ið húsaprísir fullu katastrofalt.

Ta støðuna kunnu føroyingar skjótt koma aftur í, nú fiskivinnan viknar og tann almenni likviditeturin somuleiðis.

Tann stóra krisan kann koma innan tvey ár. 

Hvis man tá hevur møguleika fyri útlendskum ognarkeypi, vildi tað stabilisera marknaðin, og húsaprísir høvdu ikki fallið so drastiskt, sum teir gjørdu í 1990´unum. Tað kundi bjargað mongum húsaeigara frá konkursi.

Tað kann tí vera eitt tvíeggjað svørð at hindra fremmandum at keypa heldur enn, at nógv havnarfólk  fara á húsagang, tá ið krisan kemur.

Men hyklarin Annika vil heldur hava marknaðin fyri seg sjálvan og nakrar fáar heimligar spekulantar. Hon sær helst, at marknaðurin er avmarkaður til nakrar heilt fáar serføroyskar spekulantar, sum so kunnu válka sær í tvingsils-sølum.

Men er tað betri at verða úrlatin av einum føroyskum oligarki, enn fíggjarliga loftaður av einum svenskum ella italienskum býlis-keypara?

Virgar T Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo