Kríggj enda nærum ongantíð soleiðis, sum hann ið byrjaði tað hevði ætlað
- Malcolm Forbes
Onnur tíðindi

Ein mamma sum fór við ferjuni úr Danmark til Noreg noyðist nú at gjalda eina rokning uppá 2.127, tí telefonin hjá dóttrini fekk samband við satelitskipanina umborð.

Mamman kærdi rokningina til kærustovnin fyri slík viðurskifti, sum í Danmark eitur Teleankestyrelsen, men har var ongin hjálp at heinta, tí telefelagið hevði gjørt greitt í viðskiftatreytunum, at slíkt kundi koma fyri, og at tað tá var ábyrgdin hjá brúkaranum. Telefelagið stongdi tó av sínum eintingum fyri nýtsluni, so skjótt sum tað sást at nýtslan var óvanlig, men tá var skaðin longu hendur, skrivar finans.dk.

VP hevur spurt hjá Fjarskiftiseftirlitinum, sum eisini er kærumyndugleiki í slíkum førum í Føroyum. Jógvan Thomsen, stjóri, upplýsir, at tað kemur sera sjaldan fyri, at tey fáa kæru um rokning, sum kundin heldur er órímulig.

- Tað er kanska tí at telefeløgini her duga so væl at kunna brúkaran um treytirnar, sigur hann, sum eisini heldur, at talið á kærum er 'merkiliga' lágt, sum hann málber seg.

- Tað kunnu ganga ár ímillum at vit fáa nakra kæru, upplýsir Jógvan Thomsen fyri VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo