Tá Várharra plantar ein urtagarð, fer fanin at fáa sær høsn
- V. Poulsen
Innlendis ítróttur

Leygardagin kl 15  verða pengarnir sum eru savnaðir inn í ár handaðir Krabbameinsfelagnum.

Samkoman er almenn og verður í Finsen.

Hetta er 5. árið at Team Rynkeby savnar pening til hættisliga sjúk børn og familjur teirra í Føroyum. Innkomni peningurin verður umsitin í serligum grunni hjá Krabbameinsfelagnum. Undan hesum árinum eru savnaðar tilsamans meiri enn 4 mill kr.

Talarar við samkomuna verða

  • umboð fyri Krabbameinsfelagið,

  • Hjartabarninum,

  • Team Tynkeby Fonden í Danmark,

  • umboð fyri granskingarverkætlanini, sum fær stuðul frá Team Rynkeby Føroyar

  • Ein luttakari frá inniverandi árið

  • Eitt umboð frá Team Rynkeby Føroyar

Til staðar verður nýggja liðið sum skal avstað í 2019 og liðið sum hevur verið í París í summar.

Signar í Homrum spælir nøkur løg til tiltakið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo