Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Fuglafjarðar býráð hevur á fundi tann 23. mai 2019 tikið avgerð um at seta Pól Adrian Poulsen í starv sum tekniskan leiðara í Fuglafjarðar kommunu.

Pól Adrian er 55 ára gamal og hevur tikið útbúgving sum  tekniskur assistentur, verkfrøðingur og maskinsmiðjur. Viðkomandi hevur fjølbroyttar royndir, og hevur seinastu 18 árini hevur starvast sum verkætlanarleiðari og projektverkfrøðingur hjá Tórshavnar kommunu.

Pól Adrian hevur eisini starvast sum verkfrøðingur hjá Arnfinni Setberg, Tórshavnar Skipasmiðju og í entreprenørvinnuni hjá Dánjal Jacobsen, umframt at hann eisini hevur verið lærari á Tekniska Skúla í Tórshavn og verkætlanarleiðari og útviklari hjá Nomatek.

Pól Adrian byrjar í starvinum 1. september 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo