Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Veruleikin anno 2016 er, at vit síggja alsamt fleiri kreppur taka seg upp uttan at tær áleikandi kreppurnar hæsanav.

Hetta er órógvandi og hetta vísir at heimsins lond ikki megna at taka felags ábyrgd. Vit megna ikki at steðga kreppunum, og vit megna heldur ikki at fyribyrgja nýggjum kreppum.

Somuleiðis er hetta ein tíð, har grov mannarættindabrot ikki verða revsað. Ein tíð har valdshavarar og aðrir bólkar kunnu traðka á rættindini hjá borgarunum uttan at heimssamfelagi revsar hetta.

Hetta seinasta árið hava vit hartil upplivað fleiri valúrslit kring heimin, sum geva okkum orsøk at óttast, at vit eru á veg ímóti alsamt meira avbjóðandi tíðum, har tankin um grundleggjandi mannarættindi verður hóttur.

Amnesty er ein sterk rørsla við fólkum, sum meina, at rasisma, fremmandaótti, homofobi, mismunur og onnur sløg av kúgan ikki eiga at vera partur av heimsins samfeløgum. Vit mugu nú standa saman og svara aftur.

Hetta er løtan, har vit skulu verja alt tað, sum sameinir okkum sum menniskju, og vit mugu nokta at lata óttan og fordómarnar valda.

Tendra eitt ljós á altjóða mannarættindadegnum tann 10. desember fyri at minnast øll tey, sum uppliva, at teirra rættindi verða skerd.

“Ljósið brennur ikki fyri okkum. Tað brennur fyri øllum teimum, sum vit ikki hava megnað at bjargað. Sum vórðu skotin. Sum vórðu pínd. Sum vórðu rænd. Sum hvurvu. Tað er teimum, ljósið brennur fyri.” - Peter Benenson

Góðan altjóða mannarættindadag

Amnesty International Føroya Deild

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo