Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Frá vinstru: Julian J. Johansen, formaður í Havnar Tennisfelag, Pablo Merin, klub- og landsliðsvenjari, Stefan í Skorini, formaður í Tennissambandi Føroya

Havnar Tennisfelag og Tennissamband Føroya hava í felag skriva sáttmála við Pablo Merin fyri alt 2019. Pablo kemur bæði at vera klubvenjari og landsliðsvenjari.

Pablo, ið er ættaður úr Argentina, kemur at standa fyri regluligum venjingum fyri bæði børnum og eldri á vallunum í Gundadali. Fyrsta venjingin verður fyrst í apríl - kunnað verður meira um hetta á facebook síðu felagsins.

Umframt at vera klubvenjari fyri Havnar Tennisfelag, verður Pablo Merin eisini landsliðsvenjari. Oyggjaleikirnir á Gibraltar standa fyi framman. Fyrireikingarnar eru byrjaðar og landsliðið verður úttikið í næstum. 

Spennandi ætlanir eru annars fyri framman hjá tennisítróttini. Ætlanin er at skifta undiragið á vallunum í Gundadali út við grasslíki, ið hóskar seg betur til veðurlagið her heima. Ljósmastrar skulu setast upp so spælast kann longur út á árið. Og eisini er ætlanin at byggja eitt klubhús, sum m.a. vil gera tað høgligari at spæla tennis og styrkja um felagskapin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo