Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Ternan er lívæðrin hjá nólsoyingum, men alt ov ofta kemur fyri, at skipið fer í sigling aðrastaðni, ella at ferðaætlanin ikki verður hildin. At nólsoyingar hava so óálítandi ferðasamband millum heimbygdina og Havnina, kann Tórshavnar kommuna ikki góðtaka.

Hvønn morgun gerandisdagar fara einir 60 nólsoyingar frá húsum og sigla um fjørðin til Havnar til arbeiðis og í skúla. Øll onnur ørindi, sum vit vanliga taka fyri givið, skulu nólsoyingar til Havnar at avgreiða. Tí hevur tað alstóran týdning, at fólkið í oynni kann kenna seg trygt við farleiðina. Nólsoyingar eru glaðir fyri Ternuna, men tíverri hendir tað ov ofta, at hon er avloysaraskip, og so verður Jósup settur í sigling. Hetta skipið er ov lítið, og tað er fleiri ferðir komið fyri, at fólk standa eftir á atløgubryggjuni, tí pláss er ikki fyri øllum ferðafólkum umborð. Harumframt má Jósup eisini avlýsa túrar vegna veður, sum Ternan ikki hevði avlýst.

Tað er greitt, at hetta er ikki ein haldbar støða. Tórshavnar kommuna vil, at familjur trívast bæði í býi, bygdum og oyggjum í kommununi. Vit vita, at álítandi ferðasamband er avgerandi fyri, at fólk vera verandi í oynni, og at nýtt fólk flytur í oynna. Í dag búgva 218 fólk í Nólsoy. Hetta eru nærum 40 fólk færri enn fyri tíggju árum síðani. Skulu vit varðveita mentanarliga fjølbroytni í kommununi og í øllum Føroyum, mugu landsmyndugleikarnir sýna eina størri virðing fyri farleiðum, har sjógvur skilir oyggjarnar.

Fari at heita á avvarðandi myndugleikar um, at Strandfaraskip Landsins finnur eitt annað avloysaraskip beinanvegin, soleiðis at barnafamiljur og onnur í Nólsoy fáa ta sjálvsøgdu tænastu, at tey kunnu líta á ferðaætlanina og soleiðis sleppa til arbeiðis, í skula, kunnu heinta børnini á dagstovni eftir arbeiðstíð og annars gera øll onnur ørindi í meginøkinum. Ternan eigur at verða álitið hjá nólsoyingum, og til tess at liva upp til hetta skal skipið røkja Nólsoyarleiðina burturav.

Annika Olsen
borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo