Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Útlendis ítróttur

John Terry (35) heldur fram í Chelsea.

Tað váttar felagið í dag á síni heimasíðu.

Tað var leingi ógreitt um Chelsea fór at bjóða Terry ein nýggjan sáttmála, men eftir samrøður millum Terry, Antonio Conte, Roman Abramovitsj og stýrið hevur felagið avgjørt at geva Terry eitt ár afturat.

Terry tekur so 22. sesongina sum Chelsea-leikari. Hann byrjaði í felagnum sum 14 ára gamal, og hevur síðani leikt 703 dystir, 570 av teimum sum liðskipari.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo