Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vágatíðindi

Ta næstu tíðina fara tey eldru í Vágum á fleiri virkisvitjanir.

Endamálið er, at tey eldru, sum eru knýtt at heimatænastuni, fara at vitja fleiri av arbeiðsplássunum í Vágum og fáa eina frásøgn um virksemið.

Fyrsta virkisvitjanin var síðsta mikudag  á Luna í Sørvági, har borðreitt var við kaffi og kakum.

Starvsfólk á Luna søgdu frá arbeiðsgongdini og vóru tey  eldru sera hugtikin av, at alt gongur so skjótt nú á døgum - ferskur laksur er í Kina fáar dagar aftaná, at hann er hægreiddur.

Næsta vitjanin verður á HDygd fríggjadagin tann 23. sep. Týsdagin tann 27. sep. verður vitjað á Skúlanum á Giljanesi og vikuna aftaná í Sørvágs skúla, og fleiri verða í november.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo