At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Andaktir

Arbeiðarin (m/k) er løn sína verdur. Tað er ein gomul útsøgn. Ættarlið hava tó staðfest, at máliskan er sannari enn veruleikin.

Ávís tíðarskeið fekk arbeiðarin ella fiskimaðurin ikki tað, ið hann var verdur. Orsøkirnar vóru skiftandi.

Onkuntíð vóru vit ávirkað av fíggjarligu rembingunum í heimsbúskapinum. Aðrar tíðir var orsøkin okkara egna, tá ið politisk atlit valdu at raðfesta øðrvísi. Sum sjófarandi tjóð hevur fiskaprísurin sett dagsskránna og lagt lunnar undir vælferð ella lakari tíðir.

Sum samfelagið mennist flyta virðini seg. Tað, ið ikki var mett sum eitt veruligt arbeiði, fær við menningini av samfelagnum eina hækkandi tign. Serliga tænastuvinnan, umsorgan og tann sosiala røktin eru tekin um samfeløg, ið eru komin væl fram á leið.

Andaktin er ikki grundað búskaparliga. Búskapurin er ongantíð eitt sjálvstøðugt mál, hóast hann er týdningarmikil.

Andaktin er gudfrøði í samanrenning við ein færra av heimspeki og samfelagsfrøði. Hin kristna trúgvin finnur sína verkætlan í Jesu hugsan og orðum. Ta dupulta kærleiksboðið saman við tí gyltu regluni orðað yvirskipað ta etisku hugsanina, ið er væl hægri enn siðbundin moralur.

Etisk hugsan er eitt viðvarandi arbeiði fram ímóti málinum. Moralur er aloftast siðbundnar niðurstøður, har úrslitið er kent, áðrenn málsviðgerðin byrjar.

Kristin etisk hugsan varpar ljós á menniskjuna, hennara kor og umstøður. Tað er ikki einfalt og lætt. Serliga krevjandi er uppgávan, um vit flyta okkum út úr gudshúsum og royna at geva tí etisku hugsanini kropp í tí borgarliga samfelagnum.

Tann gyltu reglan sigur: “Alt tað, sum tit tí vilja, at menn skulu gera móti tykkum, tað skulu tit eisini gera móti teimum; tí at hetta er lógin og profetarnir.” (Matteus 7,12).

Tann gylta reglan er vøkur og háborin hugsan uttan kostnað alla ta tíð, ið vit dvølja við hugsjónina. Prísurin kemur ikki til sjóndar, fyrr enn tann gylta reglan verður sett í verk. Nýtsluvirði er avmarkað, um vit ikki flyta hugsanina inn í tann samfelagsliga veruleikan í samveru manna millum.

Nýta vit hugflogið, er tann gylta reglan ein gyltur vegvísari: Um tú vart í somu støðu sum t.d. ein neyðstaddur, hvørja gerð ella hjálp vildi tú tá ynskt tær. Hugflogið skal kveikja okkum at veita ta hjálp, ið er gagnlig og skilagóð móti næsta okkara í støðuni.

Í samanrenning við ta dupulta kærleiksboðið – kærleikin til Guð og næstan – verður hin gylta reglan kostnaðarmikil. Kærleikin er ongantíð ókeypis. Guðs kærleiki til menniskju kostaði Guði einborna son sín, ið kom til jarðar til tess at skapa lív og frelsu. Okkara kærleiki til næstan kostar eitthvørt, t.d. tíð, stríð ella pening.

Kærleikin, ið dvølur við kostnaðarstøðið, er ikki kærleiki. Kærleikin er altíð frammanfyri allar útrokningar.

Kærleikin gevur treytaleyst, tí kærleikin elskar.

Er tað nú satt, at arbeiðarin er løn sína verdur, nú vit bæði hava verkfall og verkbann á almenna arbeiðsmarknaðinum?

Svarið valdast og verður ásett eftir tí, ið lønin er løn fyri. Almannaverkið, ið varar av okkara veikastu borgarum í umsorgan, røkt og heimligari tilveru. Er tað eitt veruligt arbeiði, ið er vert eina rímiliga løn? Ella er tað einans nakað, ið vit mega hava til tess at kallast eitt vælferðarsamfelag?

Mong av okkum, ið varða av teimum, sum Almannaverkið tekur hond um, svara uttan at blunka: Sanniliga er tað eitt týdningarmikið arbeiði, ið námsfrøðingar og aðrir fakbólkar gera innan Almannaverkið. Tey arbeiða við og millum tey, ið eru okkara allar dýrasta ogn, – ja okkara egna avkom, hold og blóð.

Í hugaheimi teirra avvarðandi er eingin løn ov høg til eitt so týdningarmikið yrki. Sama er galdandi øll tey, ið starvast á vøggustovum, barnagarði, frítíðarskúla og skúla. Tað má raðfestast ovarlaga á lønarstiganum, alt arbeiði, ið hevur við menniskju at gera.

Eitt samfelag, ið ikki hevur ráð til menniskju, er farið av lagi. Tað er ein løgin skipan, at nærri arbeiðið kemur menniskjum, tess lægri tykist lønin.

Hægstu fíggjarligu raðfesting eigur menniskjan, og allar aðrar raðfestingar eiga at gagna hesari. Fyrst menniskjan, so alt annað.

Frásøgn Jesu um hin miskunnsama Sámáriubúgvan er vegleiðandi leiðregla. Á ferðini frá Jerúsalem oman til Jeriko fall ein maður í ránsmannahendur. Hann var sligin,  nøktaður og latin eftir hálvdeyður.

Ein Sámariubúgvi, ið var á ferð, sá hin neyðstadda, tók sær av honum og flutti hann á eitt gistihús. Tað var ikki ein spurningur um kostnað, tí menniskjan hevði hægstu raðfesting.

Eingin orsøk er at gloyma verkafólkið og tey, ið eru tímalønt bæði á tí privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Tímalønt hava valla nakrantíð fingið ta løn, ið tey veruliga eru verd.

Hvar er frelsarin Jesus í øllum meldrinum í samfelagnum nú millum jólanna? Hvat væntar hann av mær og mínari trúgv? Ella hava vit tikið Guð út úr samfelagnum og givið honum avmarkað arbeiðsloyvi í kirkjum og samkomum? Amen.

Gott nýggjár!

Orðið: “Røkta hann (hin neyðstadda) nú, og tað, sum tú leggur út aftrat, skal eg samsýna tær, tá ið eg komi aftur.” (Lukas 10,35).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo