Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Í míni fyrstu grein: “Føroysku sjúkrahúsviðurskiftini hjá avbyrgdum 50.000 íbúgvum (I)”  endaði eg við sammetingini millum donsku sjúkrahúsini við 5 mió. íbúgvum við føroysku, har grundarlagið er 50túsund avbyrgdir borgarar, setti spurningin um ikki framtíðar hugmyndin hjá læknalesandi við teirri sammeting, hevur verið í so lítið tillagað veruleikan.

Í lóg um Sjúkrahúsverk Føroya, sum ofta hevur verið endurtikið, stendur: “Sjúkrahúsverkið fevnir um trý sjúkrahús. Sjúkrahúsini eru Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús”. – Síðani: “ Við hvørt av sjúkrahúsunum verður í minsta lagi skipað/sett eitt medisinskt og eitt kirurgiskt yvir-læknastarv”. – Hetta  er lógarteksturin.

Frálíku dømini um Norðurjútland
Taka vit t.d. økið við og norðanfyri Limfjørðin. Aalborg liggur við sínum 200túsund borgarum og einum universitetssjúkrahúsi, sum stendur fyri útbygging. Síðani eru  trý smærri sjúkrahús  har stívliga 30 kilometrar eru ímillum, nevniliga Frederikshavn, Skagen og Hjørring  sum hava fingið sera góð  skoðsmál. Frederikshavn-sjúkrahúsið verður nevnt sum  eitt av bestu smáu sjúkrahúsunum í Danmark við sínum sergreinum.  Fari at venda aftur til “eitt av teimum bestu” í seinni grein!

Nú veit eg væl, at økið norðanfyri Limfjørðin eisini telur eini 200túsund borgarar,  meðan vit samfelt hava 50.000 borgarar í Føroyum, men tað sum er áhugavert fyri okkum er, at har eru ikki meiri enn 30 kilometrar eftir góðum vegi ímillum hesi trý sjúkrahúsini.

Einfald- og niðurgerð av veikum og sjúkum
Í mong ár hevur verið framhildið bæði av leikum  og lærdum, at Føroyar er eitt so lítið land, at ikki ber til at hava fleiri sjúkrahús, tað eru “bara” 75 kilometrar og ein lítil hálvurannartími úr Norðoyggjum til Landssjúkrahúsið, ímillum Suðuroynna og Landssjúkrahúsið – hóast hav er ímillum – “bara” tveir tímar sigling, verður sagt og so hava vit tyrluna!

Hetta er sjónlig niðurgerð og einfaldgerð í samband við viðgerð av sjúkum, vánaligum og veikum, eisini tá talan er um akutviðgerð og stutta tíð frá trupulleika til viðgerð.

Í hálva øld hevur verið sagt, at skulu læknar fáast til Føroya,  ræður um, at fáa niðurbart tey smærru sjúkrahúsini, sum lutvíst hevur eydnast frá tí,  at tey vóru relativt stabil og vælvirkandi enntá við sergreinum, sum eg skal koma aftur til.

Sama lag í hálva øld
Tað ber ikki til at leggja hesi trý  smærru sjúkrahúsini í Danmark niður  har 30 kilometrar við góðum vegi eru ímillum, hóast talan er um  bygging av supersjúkrahúsum, men hesi leik- og lærdu í Føroyum meta, at væl ber til at leggja niður sjúkrahús við okkara 50.000 íbúgvunum við 75 kilometrum í millum og í øðrum lagi tveir/tríggjar tímar sigling við “havi í millum”, heldur enn at geva teimum eitt attraktivt image!

Hvat viðvíkir at fáa nóg mikið av góðum læknum í góðum árum til Landssjúkrahúsið, eftir milliarda útbygging og eina hálva øld, kann vísast m.a. til sjónvarpssendingina: “Læknar undir trýsti”, sum við nærri kanning ikki bara er ørkymlandi, men ikki sørt sigandi  og hugstoytt av tí, at “sama lagið hevur verður kvøðið í meiri enn hálva øld”. Meiri um hetta seinni. Lat meg tó leggja afturat, at sjálvandi hevur verið neyðugt við útbygging av Landssjúkrahúsinum, men tað hevur tað sanniliga eisini verið í Klaksvík, sum hevur havt vælvirkandi sjúkrahús, tó uttan nøktandi úrslit viðvíkjandi útbygging.

Neyðugt er tí at taka Føroyar sum tað landið og umstøðurnar vit eru í, taka fjarstøðuna og ferðamøguleikar frá ytru økjunum til høvuðssjúkrahúsið, fjarstøðuna til Ríkissjúkrahúsið og tænastuna hareftir.

Jógvan við Keldu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo