Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Vinna

Tey ungu í dag hava eina broytta hugsan um, hvat ið gevur sosialan status, skrivar tíðarritið Forbes.

Altjóða konsulenfyritøkan Deloitte almannakunngjørdi herfyri eina frágreiðing um millenniumættarliðið og hvat tey hildu um luksusmarknaðin. Frágreiðingin byggir á svar frá 1000 persónum millum 20-30 ár í USA, Stórabretlandi, Italia og Kina, skrivar Hegnar.no.

Eitt av úrslitinum er at tey ungu í USA brúka minni pengar upp á dýr mótaklæðir og luksusvørur. Yvir fjórðiparturin svaraði at tey høvdu ikki keypt nakra luksusvøru fyri 500 dollarar ella meira teir síðstu 12 mánaðirnar. 

Hetta er neyvan gott fyri amerikanska luksusmarknaðin, eftirsum heimamarknaðurin er størsti luksusmarknaður í heiminum, skrivar netsíðan.

Kanningin vísur eisini at millenniumættarliðið hugsar mest um kvalitet, tá ið keypt verður, og so at vøran er unik. Hvussu vøran eitur er ikki so umráðandi. 

Status hevur eisini týdning hjá millenniumættarliðnum. Tey virðismeta status, men fyri tey er status mett út frá hvør tú ert og hvat tú hevur avrikað, ikki frá hvussu nógvan pening tú hevur brúkt upp á luksusvørur, skrivar Forbes.

Luksusmarknaðurin er tí noyddur at ganga nýggjar leiðir, frá gamla paradigmaðinum, har luksus vanliga verður sett í samband við nakað negativt, sum yvirdrivið forbrúk, elitismu og ekstravagansu. Tann sokallaða nýggja luksusin handlar um kvalitet, stíl, design og gott handverk, verður sligið fast.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo