Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

- Hann er í so stórari minking, at um eini 20 ár er kanska ongin lundi eftir, skrivar The Economist, sum millum annað hevur Jens-Kjeld Jensen, fuglafrøðing, sum keldu.

Miðilin undrast yvir, at ongin mótmælir tá borðreitt verður við lunda á einastu Michelin matstovuni í Føroyum, tá hugsað verður um øll grindamótmælini - tí grindin er ikki eitt hótt djóraslag.

Jens-Kjeld Jensen verður millum annað endurgivin fyri at siga, at føroyingar mundu taka einar 100.000 lundar árliga fyri 20 árum síðani. Í dag man hetta sama tal vera umleið 1.000. Og landsmyndugleikarnir tora ikki at banna lundaveiðuna, men hava heldur latið tað vera upp til ymsu økini at taka sær av á grannastevnum.

The Economist endar við at siga, at kanska er skjótt vaksandi ferðavinnan bjargingin hjá lundanum. Vinnan hevur brúk fyri lundunum at vísa ferðafólki, tí "í Føroyum er ikki nógv annað at gera, enn at hyggja at vakurleikanum í náttúruni", sum skrivað stendur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo