Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Vinna

Hóast bruttovinningurin minkaði úr 94 mió kr niður í 78 mió kr, so vaks yvirskotið eftir skatt úr 5,7 mió kr í 2017 upp í 9,5 mió kr í fjør.

Ein orsøk er, at útreiðslurnar til starvsfólk minkaðu við 20 mió kr.

Virksemið fevnir um bæði frálandavinnu, fiskivinnu og sølu av fiskaúrdráttum. Skipini eru í vinnu bæði í Føroyum og uttanlands.

Árið í fjør var 27. roknskaparárið hjá felagnum. Í frágreiðingini sigur leiðslan, at úrslitini skulu samanberast við tað, at leiðslan í seinastu ársfrásøgn metti útlitini at vera bara hampulig.

- Forsøgnin helt ikki heilt, hóast frálandavinnan sum heild er sera hart rakt av fallinum í oljuprísinum, sigur leiðslan, sum er nøgd eftir umstøðunum.

Gjaldførið hjá Thor var við árslok onki at reypa av. 208 tkr stóðu á bók, men eginognin er 139 mió kr. Rentuberandi skuldin er 157 mió kr.

205 fólk stóðu á lønarlistanum. 40 færri enn árið fyri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo