Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Tað er langt aftur til gyltu árini hjá partafelagnum Thor Fisheries í Hósvík, tá vinningurin okkurt ár var omanfyri 27 mió kr.

Men alt hevur sína orsøk, og at hallið í fjør gjørdist stívar 6,5 mió kr kemst lutvíst av, at makrelprísurin var vánaligur og lutvíst av, at kostnaðurin fyri fiskiloyvini og tilfeingisgjaldið gjørdist hægri enn upprunaliga mett, verður sagt í leiðslufrágreiðingini.

Gongdin hevur ikki verið nakað at reypa av leingi, og eginognin er nú negativ við seks milliónum, og hetta útloysir ávaringarnar frá grannskoðaranum, sum tosar um óvissu um 'going concern'. Men eigararnir hjá Thor Fisheries hava góðar vónir og hava sett roknskapin upp við framhaldandi rakstri fyri eyga.

- Leiðslan grundar hetta á, at nú nýggj fiskivinnulóggáva er komin í gildi, har kvoturnar ikki longur eu tengdar at ávísum skipi, verður møguleiki hjá felagnum/samtakinum at leggja fiskiskapin betur til rættis soleiðis at hesin aftur gerst lønandi, verður sagt í frágreiðingini.

Um gongdina higartil í ár sigur felagið, at hon hevur verið heldur betri enn upprunaliga mett, og leiðslan væntar sær avlop.

- Felagið hevur nakrar kvotur av uppsjóvarfiski umframt at felagið higartil í ár hevur keypt kvotur á uppboðsølu og framhaldandi ætlar at keypa fleiri kvotur um tað fíggjarliga kann svara seg.

Dastið av skuldini, ella svívliga 12,4 mió kr, verður fíggjað av móðirfelagnum, Thor Pf, og talan er um tolna skuld sum bert skal gjaldast aftur um so er, at felagið megnar at gjalda. Thor Pf hevur eisini annað virksemi, serliga í frálandavinnuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo