Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Vinna

Ársúrslitið 24. roknskaparár hjá felagnum vísti góðar 9 millónir krónur í vinningi, og tað samsvarar rættuliga væl við eitt miðalár roknað uppá seinastu 13 árini. Tá er 2010, sum var merkt av stórum avskrivingum og einum ársúrsliti uppá minus 54 mió kr, talt við.

Leiðslan sigur í ársfrágreiðingini, at hóast frálandavinnan er sera hart rakt av fallinum í oljuprísinum, so er eydnast at hækka inntøkurnar frá hesum partinum av virkseminum. Hinvegin eru inntøkurnar frá fiskivinnuni lækkaðar.

Eftir umstøðunum er leiðslan kortini nøgd við úrslitið í fjør, og væntar sær úrslit á nøkurlunda sama stigi í ár.

- Samtakið hevur ætlanir um at selja restina av eldra partinum av offshoreflotanum og ætlanir eru eisini um at endurnýggja offshoreflotan, sigur leiðslan í ársfrágreiðingini.

Nettosølan hjá samtakinum vaks úr 333 mió kr til 341 mió kr í fjør. Og rakstraravlopið vaks úr 73 upp í slakar 120 mió kr. Eginognin hjá samtakinum er nú 115 mió kr.

Partafelagið Thor rindaði slakar 100 mió kr í lønum í fjør.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo