Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Onnur tíðindi

Krabbamein byrjar vanliga einastaðni í kroppinum, og breiður seg so víðari til onnur organ.

Hví krabbameinskyknurnar velja summi organ, og leypa onnur um, er framvegis ein ósvaraður spurningur.

Tað sum vit vita er, at livurin verður ofta rakt, og nú halda amerikanskir granskarar seg vita, hví krabbameinskyknurnar trívast so væl í livrini.

Og tað gevur eina vón um at fáa steðga krabbameininum at breiða seg.

Tá ið krabbameinskyknurnar fáa fótafesti í kroppinum gevur tað bruna. Í livrini hendur tað so ein ketureaksjón og proteinframleiðslan veksur, vita granskarar nú. Hetta gevur eitt umhvørvi sum ger tað  attraktivt hjá krabbameinskyknunum í livrini.

Tað sum hendur er at livurkyknurnar, hepatocyttirnar, reagera upp á brunan í kroppinum. Eitt ávíst gen í kyknuni verður aktiverað, og setur í gongd framleiðslu av nøkrum proteinum.

Tá ið henda proteinframleiðslan økist er tað sum ein ávaring hjá krabbameinskyknunum, og tær sjúku kyknurnar streyma til.

– Livurin er ein týðandi sensor í kroppinum. Her sæst at hepatocyttini merkja brunan og reagera á ein hátt sum krabbamein brúkar til at breiða seg, sigur Jae W. Lee í einum tíðindaskrivi í sambandi við frágreiðingina sum er almannakunngjørd í Nature.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo