Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Lesarin skrivar

Eg veit ikki um fólk minnast sendingina í Góðanmorgun Føroyar  1. juli 2015, eg rokni við at allir fiskimenn fingu morgunmatin í hálsin um teir sótu og ótu, tá henda sendingin bleiv send.

Skjótt eftir at Magnus Heinason kom í flotan, hoyrdist at skipið larmaði, og ongantíð fekk fisk, sjálvt um fleiri, kendir skiparar og gott fólk sigldu við har.

Magnus Heinason gjørdi, tey fyrstu árini, eftir at Havstovan fekk hann í 1982, nakrar ísfiskatúrar,  fyri at fáa nakrar pengar í kassan, men mátti gevast, av tí hann fekk ikki fyri útreiðslur, 1982 og 1983 vóru vánalig fiskiár, men í 1984 kom nógvur fiskur inn á grunnarnar.

Eg havi fyrr víst á, at Havstovan broytir frágreiðingar. Tí er trupult at skriva nakað.

Her er brot úr einari kanning, sum Petur Steingrund, saman við øðum, gjørdi í 1996, og sum  upprunaliga var uppá 64 síður og stóð inni á heimasíðuni hjá Havstovuni, men bleiv klipt niður, so alt um at toskur rýmdi undan óljóði, bleiv burtur, eftir at eg skrivaði um hesa kanningina á Facebook.

Eg havi verið út fyri hesum fyrr, so nú goymi eg alt frá Havstovuni, sum eg skrivi um. Onnur siga seg hava verið úti fyri tí sama, at Havstovan broytir greinar, tá okkurt ikki passar við veruleikan.

Les grein her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo