Um vit brúka lívið rætt, er tað nóg langt
- Seneca
Lesarin skrivar

Skjótt skal okkara lóggevandi ting aftur mannast, og eitt av teimum størru kjakevnunum í hesum samanhangi verður ivaleyst fiskivinnan og tann nýggja lóggávan vit hava fingið á hesum øki. Sum skilst fer løgmaður væntandi at skriva út løgtingsval í seinasta lagi á ólavsøku so at valið kann avgreiðast áðrenn 1. september.

Hendan nýskipanin av fiskivinnuni tykist at hava verið ein tungur burður, og er framvegis ikki heilt gjøgnumførd - hóast lógin í sínari heild varð samtykt við árslok 2017, eru enn leysir endar sum politisk semja eftir øllum at døma ikki fæst um í løtuni. Veiðigjaldið vísir seg at vera ein snávingarsteinur, og hóast fleiri royndir hava verið gjørdar at fáa uppskot hesum viðvíkjandi á tingborð, er málið hvørja ferð steðgað upp í nevndarviðgerð, har ein meiriluti hevur mett at uppskotið krevur broytingar ella tillagingar fyri at kunna gerast borðbært.

Nú ið tíðin sum eftir er av sitandi stjórnarskeiði er farin at styttast, røkist alt fyri at tað ætlaða veiðigjaldið fyribils verður av ongum. Neyvan fara fólk flest í fiskivinnuni at harmast um júst hetta, heldur tvørturímóti; men kortini kann ørkymlanin kring hendan tátt síggjast sum tekin um eitt endaloysi av iva um hvør tann føroyska kósin veruliga er og skal vera í fiskivinnupolitikki.

Meðan partar av andstøðuni tosa um at rulla aftur mestsum alla fiskivinnulóggávuna til tað hon var áðrenn nýskipanin kom, ávara aðrir partar ímóti enn fleiri kollveltandi broytingum og vísa til at verandi trupulleikar við óvissum og ógreiðum kunnu gerast enn verri. Lítil ivi man tó vera um at broytingar og tillagingar, so ella so, í øllum førum kunnu væntast áðrenn langt um líður, hetta sannlíkt uttan mun til hvussu komandi Landsstýri kemur at síggja út.

Les meira: https://www.fiskivinnan.com/2019/03/ti-ma-kalvur-venda-aftur-til-punkt-eitt.html#more

Búi Tyril

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo