Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Lesarin skrivar

Sum ein ballón, ið spakuliga missir luftina og til endans liggur á gólvinum...                   

Soleiðis var kenslan eftir at hava lurtað eftir formonnunum í Fólkaflokkinum og Sjálvstýri, tá teir vórðu spurdir um hjúnabandslógina í Andglettinum í KVF.                                   

Hvørgin teirra vildi rulla aftur, hóast teir siga seg vita, hvat tað rætta er at gera – nei, nú vilja teir hyggja frameftir.                                                                                                     

Eg má erliga siga, at eg hvakk við. Eg hevði væntað, at tað, sum varð sagt fyri bert tveimum árum síðan, enn er galdandi í dag.                                                                         

Ljóðið av klárum røddum undir viðgerðini av hjúnabandslógini, er nú bert eitt fjart ekkó, og vektin av orðunum er ikki meiri enn ein fløt ballón.                                                           

Mítt opna sinni, um hvønn eg skal velja, varð hesa løtuna sannført. Valið fall enn einaferð á ta klárastu røddina.

Anja Bjerkenes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo