At ferðast er at liva!
- Hans Christian Andersen
Onnur tíðindi

- Sum nevnt í viðmerkingini fyrr í dag, so hevur samskiftið millum stigtakararnar og Sunda Kommunu frá byrjan verið umvegis Barbaru Holm, sigur tíðindaleiðarin í Aktuelt-deildini í KVF, Georg L Petersen, tá ið VP biður um eina viðmerking til seinastu greinina á VP sum er at finna niðanfyri.

- Síðan starvssetanina í Kringvarpinum hevur hetta bara verið av praktiskum slag í forlongilsi av tí samskifti, sum hevur verið frammanundan, sum nevndi teldupostur eisini er tekin um. 

- At hon brúkar "vit" er bara ein konstatering av, at tað eru fleiri fólk, sum standa aftanfyri verkætlanina.

- Orðið "vit" kann tykjast óheppið, tí tað kundi givið eina ábending um, at hon framvegis er virkin í ætlanini. Tað er hon ikki, sigur tíðindaleiðarin. 

Víðari sigur Georg L Petersen, at í oktober valdi Barbara Holm at taka seg aftur, men tað tekur tíð - so hon hevur virkað sum eitt slag av millumliði millum stigtakararnar og Sunda Kommunu.

- Tað sum hevur týdning er, at Barbara Holm ikki er partur av hesi verkætlan í dag. 

- Tað er eisini vert at leggja sær í geyma, at heldur einki felag er stovnað enn, so Barbara Holm eigur hvørki partapening ella nakran nevndarsess í hesi verkætlan, sigur tíðindaleiðarin at enda.

Les eisini:

Barbara Holm 6. januar 2020: - Vit arbeiða av øllum alvi við endaligu umsóknini

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo