Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Tann 13 mars spurdi eg um eina váttan fyri, at víðarisøla av matr. Nr. 135AP í Hoyvík IKKI var samtykt av Tórshavnar býráð í tíðarskeiðnum 6/12-2014-2/3-2015.

Eg bíði framvegis eftir svari.

Málið er umrøtt í fíggjarnevndini 6. desember 2014. Men tað sæst, í skjølum, eg havi fingið innlit í, at tað ongantíð er viðgjørt av kommunustýrinum. 

Harumframt er sambært kommunala eftilitinum galdandi, at tað kann verða samtykt, hóast tað ikki stendur í fundarbókini.

Tí havi eg brúk fyri einari váttan um, at loyvi at selja matr. Nr. 135AP IKKI er samtykt í nevnda tíðarskeiði.

Hóast manglandi kommunustýrissamtykt, undirskriva borgarstjóri og kommunustóri 2. mars 2015 bræv til tinglýsingina og vátta vegna Tórshavnar kommunu, at stykki kann seljast og tinglýsast við vinningi.

Síðan koma vit til matr. Nr. 135AN í Hoyvík. Har hevur onkur í kommununi, upplýst FYRI Øssur Winterheig og fyrrverandi eigaranum, at slíkar sølur eru hendar fleiri ferðir áður. Tað er ikki í samsvar við skjølini, sjálvt um matr. Nr. 135AP verður talt við.

Tað skjølini vísa er, at Matr. Nr. 135AN er fyrsta óbygda grundøkið, sum kommunan samtykti at selja við serligum treytum.

Innlitið eg fekk, aftaná at Øssur og fyrrverandi eigarin upplýstu Føroya fólki, annað enn tað sum stendur í skjølunum, vísur, at tað er hent áður, at stykki við ábygdari grund, er selt við speciellum grundgevingum frá eigaranum. Men ongin hevur áður fingið loyvi frá Tórshavnar Kommunu at selja óbygt grundøki við vinningi.

Stykkið við ábygdum grundum og garði eru seldar eftir meting. Hesi mál síggjast ikki í málinum um matr. Nr. 135AP & 135AN í Hoyvík og tað er ivaleyst tí tey ikki eru sambærilig. Men tá Løgtingsins-umboðsmaður fær ymisk svar, bara hann spyr fleiri ferðir, so má eg sjálvandi rokna við tí sama.

Tað tykist mær undarligt, at tit ikki hava tíð at svara. Nú kærdi eg skeivu upplýsingarnar í sendingini hjá Øssur til KVF, sum svarar.

Eg havi ikki lisið svarið, tí eg mangli tykkara svar. Eg skal so senda víðari til fjølmiðla-kærunevndina.

Men tá eg ongar upplýsingar fái frá Tórshavnar kommunu, so kann eg ikki kæra har. Tað er 30 dagar freist og hon er helst farin.

Men onkutíð arbeiða tit skjótt. Eg bað um innlit í rokning.  Har hendi tað stuttliga, at ÁÐRENN eg sá nakað innlit, bleiv eg uppringdur og onkur helt, at eg ikki skuldi gera nakað við málið. So onkuntíð gongur tað skjótt. Helst skjótari enn gott er.

MEN EG MANGLI FRAMVEGIS SVAR UPPÁ MATRIKUL NUMMAR 135AP Í HOYVIK. OG EG VIL HELDUR IKKI HAVA HITT SVARIÐ UMAFTUR UM AT FÍGGJARNEVNDIN KANN SAMTYKKJA. EG HAVI FYRR FINGIÐ AT VITA, AT TAÐ IKKI VAR TÓRSHAVNAR KOMMUNA SUM SELDI, MEN TVEIR PRIVATIR PERSÓNAR, SO TAÐ ER HELDUR IKKI NEYÐUGT AT SIGA MÆR TAÐ ENN EINAFERÐ.

Umboðsmanninum lurtar kommunan heldur ikki eftir. Umboðsmaðurin sigur at kommunan hevur eina frágreiðing i dag og aðra í morgin. Fakfelagsleiðarar tykjast samdir við umboðsmannin.

Keðiligt, at sitandi borgarstjóri, sum absolutt ongan lut eigur í óskilinum, ikki ruddar upp. Næsta ár, um ikki longu í ár, fær sitandi borgarstjóri ábyrgdina fyri tað óskil sum nú er. 

Tað eftir mínari meining mest óhepna er, at tá hetta valskeiðið er runnið eru allir politiskir flokkar blandaðir uppí óskilið og tá ber ikki til at rudda upp. 

Býráðslimir fáa góða løn, og áttu at mett tað sum sína skyldu, at hava ordan í tingunum. Tað er ikki óhugsandi, at lønin er hægri enn gott er.

Eivind Jacobsen
Journalistur á R7


P.S. Býráðslimir eru óalmindiliga væl løntir.

Lønir og samsýningar til býráðslimir 2017 vóru tilsamans 2.675.210.

 

 

ANNFINN BREKKSTEIN

154.869

BERGUN KASS

301.385

BJØRGHILD DJURHUUS

196.168

BOGI ANDREASEN

273.917

GUNVØR BALLE

261.011

HALLA SAMUELSEN

176.413

HEÐIN MORTENSEN

165.913

HELENA DAM Á NEYSTABØ

182.218

JÁKUP DAM

289.588

JÓGVAN ARGE

4.896

KAJ LEO HOLM JOHANNESEN

562

MARIN KATRINA RAGNARSDÓTTIR FRÝDAL

230.091

SJÚRÐUR OLSEN

1.482

SÚSANNA OLSEN

11.802

TRÓNDUR SIGURÐSSON

170.539

TURIÐ HORN

254.356

 

 

P.S. 2   13 mars kl. 8:51 PM sendi eg hendan teldupost, sum eg ikki síggi vera svaraðan.

Síðan vil eg spyrja, um Tórshavnar kommuna hevur samtykt á býráðsfundi í tíðarskeiðinum 6. desember 2014 til apríl 2015 at geva loyvi til at víðariselja matr. nr. 135ap í Hoyvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo