Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Búnaðargrunnurin hevur avskrivað 40 mill. kr frá skuldarum, sum ikki hava golðið lánini aftur, men fólkið sum eigur hesar 40 mill. kr. kann ikki fáa at vita, hvar tær eru farnar.

Hvar er opinleikin, hví skal alt dyljast hjá hesum almenna stovni?

Hví fær fólkið ikki innlit í, hvør ið eigur hesa skuld?

Gongur sami persónur aftur í lántøku?

Hvussu hava lánini verið brúkt, hvør hevur havt efturlitið við tí?

Er nakað av lánunum farið til egna nýtslu?

Hvussu kann ein fáa lán nummar tvey, tá ið hann ikki klárar at gjalda lán nummar eitt?

Hvat skyldu hevur tann, sum útskrivar hesi lán mótvegis eigaranum (Búnaðargrunninum)?

Er kennskapur ein partur av hesi lánijungluni?

Ótrúligt at hetta kann bera til í einum framkomnum landi, skilji ikki at politiski myndugleikin góðtekur, at 40 mill. almennar krónur verða burtur við einum pennastroki.

Svenning Borg

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo