Vit kunnu kanska ikki broyta heimin her og nú. Men vit kunnu øll byrja at arbeiða við málinum í dag
- Mark Zuckerberg
Onnur tíðindi

Alsamt fleiri síggja, at Føroyar eru eitt land við stórum møguleikum bæði vinnuliga og mentanarliga – Tað ber eisini vaksandi ferðavinnan sítt greiða boð um.  Seinastu tíðina hevur tíðindaflutningurin verið merktur av, at vaksandi ferðavinna er ein avbjóðing fyri í hvussu so er summi ferðamál í Føroyum.

Men dagliga verða vit eisini gjørd varug við, at tað eru hópin av møguleikum at menna hesa vinnu, uttan at tað nervar okkara náttúru.

Í gjár fekk Helena Dam á Neystabø  tann heiður sum býráðslimur at víga eini hjún á ráðhúsinum. Tað vísti seg at vera eitt par úr Bulgaria, sum høvdu leitað sær allan vegin til Føroyar at gifta seg.

Hví høvdu tey so valt júst Føroyar til hesa so týðandi hending í lívi teirra. Tey svaraðu, at Føroyar eru so serstakar, og serliga okkara náttúra. Brúðgommurin er jarðfrøðingur, og hann bað okkum miriliga ansa væl eftir okkara serstøku náttúru, sum tey ætlaðu at koma aftur higar at granska nærri.

Tá ið vit spyrja á býráðsskrivstovuni, so siga tey, at talið av pørum, sum koma til Føroyar at gifta seg veksur skjótt. Tað er áhugavert.

Brúdleypsdøgurðan skuldu tey njóta í Gásadali. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo