Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Vágatíðindi

Ellisheimið í Vágum bleiv tikið í brúk í 1972. T.v.s. at heimið er 47 ára gamalt.

Tað var navnframa RituvíksFía, sum oddafiskur saman við øðrum, fekk hetta heimið upp at standa.

Í 20 tey seinastu árini hava vit fingið upplýsingar frá fólkalívsfrøðingum um, hvussu fólkasamansetingin fór at verða, har vit fáa alt fleiri eldri, sum fara av arbeiðsmarknaðinum og alt fleiri, sum skulu hava røkt. Tey gomlu blíva eldri og eldri og meira óhjálpin.

Mær vitandi er “Á Sýnini”, sum heimið eitur í dag, sama ellisheimið, sum kvinnurnar í Vágum opnaðu í 1972.

Eg haldi ikki, at nakað er gjørt annað enn at vindeygu eru skift og onkur rotin planki er skiftur v.m. fyri 40 milliónir krónur.

Tit mugu rætta meg um eg fari skeivur, men er nakað gjørt fyri at økja um búðstaðarplássini hjá teimum gomlu síðan 1972? 

Tað eru fleiri pláss til tey gomlu, sum vit hava brúk fyri.

Politisk tøgn um tey eldru í Vágum?
Eg hoyri ikki eitt orð frá politiskari síðu um, at kommunurnar hava ætlanir um at at gera nakað við trupulleikan. Køðin av gomlum, sum bíða eftir at sleppa inn á Sýnina  bert veksur og veksur.

Problemið hvørvur ikki av sær sjálvum og tað er syrgiliga naivt, at halda, at bara vit bíða og onki gera, so man tað fara at ganga.

Einasti mátin at loysa økta tørvin uppá er at byggja nýtt røktarheim ikki í morgin ella næsta ár men nú – 47 ár uttan at økja um røktarplássini í Vágum er skomm.

Rætt skal vera rætt, hetta opnað brævið kemur ikki av ongum.

Eg verðið 71 ár fyrsta dagin og eg havi eina mammu, sum verður 96 ár næstu ferð. Á Sýnini er onki pláss og tað røkist onki fyri, at hon sleppur framat fyri tað fyrsta.

Eg bleiv ávaraður frá fólki her í Sandavági um ikki at taka hana inn til mín sjálvan, men vit hava so ummøblerað húsini og havi tikið mammuna inn til okkum.

Heimið hjá okkum er í dag gjørt um til eitt røktarheim, tí mamman skal so ikki sita einsamøll og hvør er ikki góður við mammu sína.

Hetta er ein søga anno 2019 í Vágum.

Eg veit um 10-tals familjur, sum eru í somu støðu, men aftra seg við at siga hetta alment, men tað geri eg so her - eisini fyri tykkum mongu, sum ikki hætta tykkum, at fara alment út við trupulleikanum.

Sandavágur 4. oktober 2019
Jørmund Vágadal

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo