Ein vísur maður tosar, tí hann hevur okkurt at siga. Ein dári tosar, tí hann má siga okkurt
- Platon
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Seinnapartin í dag vóru mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønir Tórshavnar býráðs latnar á samkomu í Müllers Pakkhúsi. Fyrsta bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens varð latin í 1958, og varð handanin í ár sostatt nummar 60.

Nógv fólk varð komið saman hesa løtuna, og nógvur tónleikur var sum vant á skránni. Tiltakið byrjaði við, at Havnarkórið sang tveir sangir, og millum handanirnar framførdu Ingibjørg Hansen á sang og Ólavur Jakobsen á gittar. Kvinnukórið KATA endaði hátíðarløtuna.

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir varð latin Rannvá Holm Mortensen fyri langyrkingabókina Sólsmakkur.

Rannvá Holm Mortensen gav fyrr í ár út bókina Sólsmakkur, ið er ein listarlig kompositión av yrkingum og myndum. Evnið í bókini er lívsins gongd hjá einari tilkomnari kvinnu. Í grundgevingini sigur dómsnevndin:

“Beinanvegin heitið á bókini angar av poesi. Tann gjøgnumkomponeraða heildin av teksti og myndum lýsir lívsins gongd hjá tilkomnari kvinnu. Har eru ferðir víða um heimin, ljós barnaminni og ógvisligar vaksnakonuroyndir, hugsanir um veðurlagsbroytingar og flóttafólkastreymar, sansaligar kropsupplivingar og arbeiði sum laborantur, sjúkrarøktari og listamálari. Teir berandi myndburðirnir eru nágreiniliga evnaðir til og endurtiknir nakrar fáar væl úrvaldar ferðir – eitt satt meistaraverk”.

Virðisløn M. A. Jacobsens fyri mentanaravrik 2018 verður latin Edwardi Fuglø.

Dugnaligi og virkni listamaðurin verður heiðraður fyri sítt einastandandi verk um søguna um Jesus úr Nasareth, ið hongur í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík.

“Tey tíggju relieffini úr nógvum ymiskum træsløgum um søguna hjá Jesusi úr Nasareth er eitt høvuðsverk í nútímans føroyskari list (...) Fyndugi formurin og myndasøguliga frásøgnin við innsettum lutum úr gerandisdegnum gera, at verkið er bæði álvarsamt, skemtiligt og hugvekjandi á ein hátt, sum talar til øll”, segði dómsnevndin millum annað í síni grundgeving.

Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs varð latin Vár Berghamar Jacobsen. Vár hevur síðstu mongu árini latið sítt drúgva íkast til føroyska barnamentanarpallin. Hon hevur skrivað og leikstjórnað sjónvarpsrøðina Likkulikkuleia, skrivað útvarpsleikin Luddi og Lundisa, leikritið til jólakalendaran og sangleikin Jól í grannalagnum og útgivið søgufløguna Søguskrínið.

Seinasta bragdið var pallsetingin av leikinum um Ludda og Lundisu, sum seinni í ár kom út í vakrari myndprýddari bók.

“Søgan um fitta lundaparið Ludda og Lundisu er skrivað á løttum og livandi máli við fangandi rímum, sum eru við til at menna málið hjá børnum. Vár hevur við sínum fjølbroyttu gávum og livandi hugflogi givið føroyskum børnum ein litríkari og stuttligari heim at liva í”, varð millum annað sagt í grundgevingini hjá dómsnevndini.

Hjartaliga til lukku Rannvá, Edward og Vár! 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo