Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Lesarin skrivar

TELEFONBÓKIN: Fróðarmaðurin, mentamaðurin, tiltikni føroysklærarin, Herluf Berthelsen, plagdi at siga, at navnið ”Skálabotnur” vann fram millum manna, eftir at telefonbókin var farin at brúka tað  staðarnavnið. Kelda mín kendi sera væl Herluf.

NÝGGJA FÓLKAATKVØÐU?: Hugaligt, at myndugleikarnir lurtaðu eftir bygdarfólkinum í Skálafirði, sum í hesum førinum sjálvandi veit best. Eg skilji tó avgerðina hjá staðanavnanevndini soleiðis, at sjálv bygdin eitur Skálafjørður, men økið annars innast í Skálafirði kann eita Skálabotnur!?

Tosaði við eldri gøtumann, sum eigur jørð í Skálafirði (tað navnið brúkti hann). Man hann nú eiga jørð í Skálabotni? Fløkjaligt! Møguliga verður brúk fyri nýggjari fólkaatkvøðu!?

BOTNUR: Fródligur havnarmaður vísti mær á tað, sum V.U. Hammershaimb skrivar um ”botn” í Antologiini  í 1891. Keldan hjá Hammershaimb er Dr. Forchhammer frá 1824:

”BOTNUR kaldes en kortere dal, der er åben mod havet, men halvrund og hævende sig med ”brekkur” (skråninger) og bratte hamre op imod landet med en elv løbende midt ned igennem den.”

Sambært Hammershaimb er ”botnur” í Tjørnuvík! Eg hugsi ikki, ”botnur” er í Fuglafirði, sum onkur spyr um.

E.S.: Eg síggi, at staðanavnanevndin hevur funnið avgamla keldu um bygdarnavnið ”Skálafjørð”. Árið er 1687! Sig so tað!

Við fjarðar- og botnskvøðu
Eyðun á Borg

(við ”Argjafjørð”)

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo