Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Lesarin skrivar

Undirritaði, sum hevur eyguni full av bjálkum, plankum og alksyns timburverki, hevur ilt við at síggja meiningina í nógvum av tí, sum er farið fram hesa síðstu tíðina.

Kanska tí, at eyguni eru so full av timburverki, havi eg ilt við at síggja flísirnar í eygunum hjá so nógvum øðrum.

Tit reinoygdu, skriftlærdu, prestar, predikantar, fólkavald og annars sjálvbelstaltaði umboðsfólk fyri tykkara egna Gud.

Bíblian, ella rættari, bíbliurnar (tær eru fleiri), hava sjáldan verið brúktar meiri í kirkjum, samkomum, almennum og sosialum miðlum ella á hissini møtum enn nú, hesar seinastu dagarnar, tá ein meira ella minni líkagildug justering av einari “hjúnarbandslóg” hevur verið til viðgerðar í okkara høga løgtingi.

Hugaligt framhaldandi at hoyra, at okkara samfelag og mentan byggir á kristin grundvirðir.

Samfelag, bygt á kristin grundvirðir? Tað lítla eg veit, kanska vegna fyrr umtalaða timburverk í egnum eygum, ger kanska, at eg ikki síggi so nógv.

Kristindómurin bleiv innførdur í Føroyum við hevjaðum svørði og hóttan.

Áðrenn tað livdi fólk í Føroyum við sínum egnu gudum og annars lokalum tingum og landstingi. Fólk lurtaði eftir hvørjum øðrum, við respekt, og tók síðan støðu.

Grundvøllurin var í veruleikanum virðingin fyri hvørjum øðrum. At føringar tóku kristindómin til sín, var væl tí, at kristindómurin og hansara grundtankar passaðu til okkara grundvøll. Grundvøllurin var har í forvegin.

Men er ikki ein av grundtankunum í kristindóminum næstrakærleiki? Er ikki ein grundtanki fyrigeving? Er ikki ein grundtanki, at tað er ikki okkum her á jørð beskorið at døma?

Og er so ikki harvið álagt okkum ein aksept av tí, sum vit kanska sjálvi halda ikki vera heilt rætt?

Hvør, um eg kann vera so frekur, hevur givið tykkum(fyrr umtalaðu) loyvi at fortelja okkum, vanligu borgarum, hvussu vit skulu uppføra okkum í dagligdegnum? Hvussu vit skulu umgangast hvønnannan?

Hvønn vit skulu elska og liva saman við?

Hvar í upprunaskriftunum stendur, at fólk av sama kyni ikki kann liva eitt virðiligt lív saman?

Okkurt er skrivað um ólevnað. Hvør av tykkum góðu skriflærdu vil tolka tað? Og siga seg frían?

Nógvar útleggingar og nógvar umsetingar eru (allar skrivaðar av monnum). Og enn fleiri persónligar fortolkingar eru.

Og í hvørjum londum er ein religiøs forskrift bestemmandi fyri, hvussu fólkið skal liva sín dagligdag?

Tað svarið kenna vit flestøll.

Jan Bendtsen
Hoyvík

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo