Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Í dag vórðu tilboðini um at veita flytilig áskoðarapláss til Høllina á Hálsi latin upp. Fýra tilboð komu inn.

Feløgini bjóða seg at veita áskoðaraplássini fyri millum góðar hálva sættu milliónir krónur og knappar sjey milliónir krónur. Lægsta tilboðið eigur Nema, ið bjóðar seg at veita flytiligu áskoðaraplássini fyri 5.536.024 krónur.

Áhugin fyri at íðka í hallunum í Tórshavnar kommunu er stórur, og tí verður Høllin á Hálsi bygd út í løtuni, so ein fullur hondbóltsvøllur kemur aftrat verandi høll til tess at skapa ítróttini betri karmar og møguleikar fyri at menna virksemið hjá ítróttafeløgum í kommununi. Partur av arbeiðinum at víðka um høllina er flytiligu áskoðaraplássini, sum fara at økja um møguleikarnar í dagførdu høllini.

Allir áhugaðir veitarar vórðu bodnir til ástaðarvitjan mánadagin 18. september, og í dag vóru tilboðini so latin upp.

Hesi tilboð komu inn:

Unisport, Eikin: kr 6.965.436
Inventartænastan: kr 5.600.000 (alternativ boð: kr 5.320.000)
Laiderz: kr 5.876.841
Nema: kr 5.536.024

Tórshavnar kommuna fer nú ígjøgnum tilboðini. Síðani verður málið fyrireikað til politiska viðgerð.

Til ber at lesa meita um verkætlanina og útboðið HER.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo