Best muna teir sannleikar, maður sigur sær sjálvum
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Í dag vóru tilboðini uppá ger av ravmagns- og trygdarskipanunum í Eystur- og Sandoyartunlinum latin upp.

Tvey tilboð komu inn. Tilboðið frá Roxel AS í samstarvi við m.ø. El-Service og LM Electric, ljóðaði upp á tilsamans 146,7 mió. krónur, meðan tilboðið frá ABB AS og Kvinnherad Elektro AS, var upp á 158,9 mió. krónur.

Fyri at fáa fíggingina til vega í 2016, meðan fíggingarmøguleikarnir vóru góðir og rentan lág, vóru bert sjálvir tunlarnir v.m. bodnir út. Orsøkin var, at tað var ikki møguligt at fáa prosjektering og útboðið av ravmagns- og trygdarskipanunum liðugt fyrr enn til nú, samstundis sum tað var mett, at váðin við at bíða var ov stórur.

Harumframt var møguligt at byrja fyrr upp á tunlarnar, enn annars.

Tilboðini uppá ravmagns- og trygdarskipanir verða nú kannaði, fyri at tryggja, at tey eru í tráð við útbjóðingartilfarið og ikki eru villur í teimum. Ætlandi verður sáttmáli undirskrivaður í vár um arbeiðini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo