Tann verður glaður sjálvur, sum ger onnur glað
- Mark Twain
Vinna

Úr frágreiðingini: Arbeiðsbólkurin hevur uppskot til eina umsitingarætlan, sum skal vera karmurin um fyrisitingina av fiskidagaskipanini.

Umsitingarætlanin ásetir reglur og mannagongd fyri, hvussu vit áseta fiskidagar fyri hvørt fiskiár. Málið er, at vit gagnnýta fiskastovnarnar burðardygt – lívfrøðiliga og búskaparliga.

Bólkurin hugsar sær, at umsitingarætlanin fyrstu ferð verður brúkt, tá fiskidagar verða ásettir fyri 2020.

Bulurin í umsitingarætlanini er ein veiðiregla, sum sigur, hvussu fiskidagatalið verður ásett. Málið er at stýra fiskiskapinum, so at vit eru innan fyri ásett mørk. Veiðireglan leggur upp til, at tað ikki skal vera neyðugt at hækka ella lækka dagatalið á hvørjum ári. Hetta skal bert gerast, um fortreytirnar við fiskastovnunum ella lutfallið millum veiðu og fiskastovn broytast munandi.

Fyri at hava ávísan stabilitet í kørmum og veiðimøguleikum er ásett, at um vit fara út um ásettu mørkini, og dagatalið skal stillast, skal dagatalið verða sett fimm prosent hægri ella lægri enn fiskiárið frammanundan.

Eftir uppskotinum er tað landsstýrismaðurin, sum við kunngerð ásetir fiskidagatal fyri hvørt fiskiár. Hetta skal hann gera við støði í veiðiregluni, vísindaligu ráðgevingini frá Havstovuni og eftir at hava ráðført seg við eina nevnd, sum verður sett við fólki umboðandi allar skipabólkar og veiðihættir í fiskidagaskipanini, umframt fólki frá Havstovuni og fiskiveiðieftirlitinum.

Sí Framløgu her

Sí Fiskidagaskipan og umsitingarætlan her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo