At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

Klaksvíkar Kommuna: Seinastu tvey árini hevur verið siðvenja hjá Klaksvíkar Kommunu og Norðoya Búð- og heimatænastu at skipa fyri jólahaldi fyri øll starvsfólk í kommununi. Til hesa jólaveistlu var eisini høvi at hátíðarhalda og heiðra teimum mongu starvsfólkum, ið hava havt rundan starvsdag í 2018.

Til hátíðarløtuna, ið varð hildin saman við jólaveistluni, handaði Jógvan Skorheim, borgarstjóri og Marna Ellingsgaard Jensen, leiðari fyri NBH starvsfólkunum eitt blómutyssi og eitt gávukort.

Í síni takkarrøðu til starvsfólkini, segði Jógvan Skorheim millum annað soleiðis:

”Í tykkara gerandisdegi syrgja tit hvør í sínum lag fyri, at øll í Klaksvíkar kommunu kunnu hava eitt gott, trygt og innihaldsríkt lív. Tit koma í samband við tey yngstu, áðrenn tey hava hildið sín allar fyrsta føðingardag.

Tit fylgja og tæna teimum allan vegin inn í aldurdómin og deila teirra løtur við gleði og sorg. Samanlagt fylgja tit okkara borgarum heilt bókstaviliga úr vøggu í grøv. Tit syrgja eisini fyri, at vit kunnu ganga og koyra trygt í ferðsluni, at vit fáa reint vatn úr krananum og at vit sleppa av við okkara rusk. Tað er eisini tykkum at takka fyri, at vit í frítíðini kunnu hugna okkum við ymiskum mennandi og heilsufremjandi tilboðum og tiltøkum.

Tilsamans veita tit øllum borgarunum í okkara kommunu eina ótrúliga umfatandi, breiða og góða tænastu.”

Tey, ið vórðu heiðrað, vóru hesi:

10 ára starvsdag
Apollonia Syderbø
Ella Norðoy
Eyðbjørg Magnusson
Malena Hejnessen
Per Johannessen
Vígdis Biskupstøð
Jóngerð Sørensen
Cathrine Steinberg
Gert Wolff-jensen

20 ára starvsdag
Omi Joensen
Frida Marsten
Winnie Fuglø
Lis Sólsker
Malan Jacobsen
Marianna Anthoniussen
Rutt Norðoy Joensen
Líggjas Hansen
Hans Hjalti Skaale

25 ára starvsdag
Mina Bjartalíð
Jákup Joensen

30 ára starvsdag
Thora Hansen
Sigrid Fredriksberg
Kristoffur Olsen
Finnur Sigurðsson

Sí myndir frá jólahaldinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo