Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú er Barack Obama, fyrrverandi forseti í USA lendur í Danmark eftir at hava hildið fyrilestur í Oslo og Helsinki. Hann skal á SDU (Syddansk Universitet) halda fyrilestur fyri 800 menniskjum, hvarí flest av hesum eru leiðarar innan danska vinnulívið. Obama kom til DK hósdagin. Nakað líknandi fór fram í Føroyum í 2007.

Tann 1. oktober 2007, lendi Bill Clinton, fyrrverandi forseti í USA, í Føroyum saman við svenska Hans Blix. Hans Blix var leiðari av FN’s vápna-umsjónarfólkunum frá januar 2000 til juni 2003. Bill Clinton var forseti frá 20. januar 1993 - 20. januar 2001. Àðrenn Clinton, sat gamli Bush sum forseti í USA. Sum øllum kunnugt, so er amerikanski forsetastólurin sera blóðigur. Amerikanska stjórnin við ”gamla Bush” í stólinum, byrjaði í 1991 at innføra handilsbann ímóti Irak eftir at hava vunnið yvir Irak í Golfkrígnum. Hetta handilsbann kostaði mongum irakum lívið harav mong børn. 

TV-journalisturin ”Lesley Stahl” lýsti støðuna soleiðis: “Vit hava frætt, at umleið 500.000 børn eru deyð orsaka av handilsbanninum ímóti vanliga borgaranum í Irak í 1996. (Ì Clintons forsetatíð). Stahl spurdi ”Madeleine Albright,” sum frá 1993 av var amerikanski FN-ambassadørurin í Clinton-fyrisitingini, um nú nøkur heimild var fyri hesum handilsbanni. Stahl gevur eisini til kennar yvir fyri Madeleine tá hon sigur: ”Eg meti, at tað eru fleiri deyð irakisk børn enn børn, sum doyðu í Hiroshima. Er handilsbannið vert handan prísin? Ambassadør Albright hugsaði seg um eina løtu og svaraði síðani ísakøld: ”Eg meti, at hetta er ein torfør avgerð, men vit meta kortini, at hetta er vert tann prísin.” Hon sigur ikki EG, men VIT. Lætt hjá henni at siga, tí hetta vóru ikki hennara børn ella ommubørn. Les her

Umleið 500.000 børn undir 5 ár doyðu av hesum handilsbanni ímóti Irak. Fyrst hugdi vesturheimurin einans óvirkin eftir, at ein menniskjavannlukka menti seg. Tað næsta ið hendi var, at vesturheimurin byrjaði uppá eitt kríggj ímóti Irak á einum skeivum og lygnarinnar grundarlagi og uttan einum breiðum altjóða uppbakking, tí at mong av vesturlendsku londunum dugdu tó at síggja, at har var einki haldgott grundarlag fyri at leypa á Irak. Men USA og viðhaldsfelagar vildu tað øðrvísi m.a. Danmark. Bæði Per Stig Møller og Anders Fogh Rasmusen lugu fyri danska fólkatinginum um, at Irak hevði kemisk vápn, nakað ið ikki var satt. Men fyri hesar lygnir fekk m.a. Fogh postin sum generalsekreterur í Nato. 

Men undir handilsbanninum ímóti Irak hevði ein kortini hitt sokallaða ”olja fyri mat” ætlanina, hvarí Irak kundi selja olju og keypa mat og heilivág fyri inntøkuna. Men tað gjørdist skjótt greitt, at hetta gagnaði einamest teim vesturlendsku fyritøkunum. Børnini hildu áfram at doyggja kortini av sjúku og vatndálking, og mangul av mati og heilivági gjørdi meira og meira um seg o.s.frv..

Hartil koma allar bumburnar ið Clinton kastaði oman yvir irakiska fólkið í fleiri irakiskum býum í 1996. Annars kunnu nevnast fleiri landaumráðir, ið Clinton bumbaði og sum kostaði hundra túsundvís av mannalívum í hansara ”forsetatíð.” Serbia, Irak, Kosovo, Sudan, Jugoslavia, Somalia, Bosnien o.s.frv.!” 

Rætta orðið fyri ein fyrrverandi forseta sum Bill Clinton má tí verða “Hópdrápsmaður (massamordari). Altjóða krígsbrotsmannadómstólurin ”Nürnberg Tribunal” sigur: ”Fyri tað, at ein persónur handlaði eftir ordrum frá síni stjórn ella frá viðkomandi sum ein arbeiðir fyri, so frítekur hetta ikki hansara ábyrgd undir altjóða lóg, av tí at eitt ”moralskt val” er honum kortini  hjástatt!”

Men er tað nú ikki soleiðis, at amerikanski forsetastólurin veit einki um moral at siga? Haldi at Clinton er eitt gott dømi um hetta við tað, at hann bombaði Serbia í eini roynd at fáa miðlarnar at gloyma sítt ”síðuspring” við Monica Lewinsky. Sí her

Mannalív hevur ongan týdning fyri slíkt fólkaslag, ið velur at seta rumpu sína í tann amerikanska forsetastólin. Makt og pengar, er alt tað heila snýr seg um hjá hesum fólkaslagi.

Men lat meg so koma til kjarnina í øllum hesum. Hvør ella hvørjar kreftir bjóða einum hópdrápsmanni (massamordara) vælkomnan til Føroyar at halda fyrilestur ella fund? Kann ein fáa tað at vita? Tílík menniskjur kunnu so ei heldur hava nakran form fyri moral í posanum. Skuldi eg gita mær til, hvørji tey eru, so má tað vera kreftir innan fyri vinnulívið og politikkarar (Løgting og Landsstýrið?). Og fleiri vinnulívsmenn, politikkarar og fyrrverandi politikkarar ganga regluliga á møti í ávísum ”sokallaðum kristnum umhvørvi.” Ja, eru enntá elstar í samkomum í FO og prædika evangeliið enntá. Ein markleysur frekleiki uttan nakra samvitsku!

Ikki ein og hvør kundi sleppa á henda fundin/fyrilesturin. So vítt eg kann minnast, so kostaði atgongumerkið til fyrilesturin 5.000,-kr., og tað líka sum avdúkar hvørji ið hava ráð til at keypa eina tílíka billett. Bill Clinton kom ikki bara av sær sjálvum, nei, hann var boðin at koma til Føroyar. Hvør ella hvørji bjóðaðu honum vælkomnan? Aftaná Føroyatúrin, fór hann so víðari til Danmarkar. 

Og nú hevur so aftur ein hópdrápsmaður (massamordari) vitja danska kongaríkið. Barack Obama. Kann tykjast so passandi hjá honum at koma henda vegin nú Den Danske Bank neyvan er liðugur at hvítvaska drápsmannaliðspening í teim baltisku londunum. (Anders Fogh Rasmussen gjørdist næstformaður í stýrinum á lettiska bankanum ”Norvik Banka” eftir at hansara Nato-formanspostur var yvirstaðin, - og nú hava vit so gøluna við Den Danske Bank , - dugir nakar at síggja bindiliðin her?) Vit liva í eini tíð nú, hvarí kriminellir bankstjórar verða løntir í posa og sekk og hvarí hópdrápsmenn fáa reyða leyparan rullaðan út og heilsaðir vælkomnir inn um gátt. Einki er óført longur og eingin talar at, og miðlarnir látast sum um teir einki skilja ella síggja púrt einki. 

Hvør hevur blindað miðlarnar? Tað er kvirt sum í grøvini vegna tílík álvarsom evnir, sum fólkið annars hevur krav uppá at verða upplýst um. Nær doyði vakthundurin?

Hvussu sær so talvan hjá Obama út? Hann legði bragdliga fyri og fekk nobel friðarheiðurslønina fyrsta forsetaárið, men endaði síðsta forsetaárið við at tveita góðar 26.000 bumbur runt um á klótuni. Ein blóðigur endi á Obamaforsetastólinum. Og tílíkar menn vil vinnulívið hava at koma og læra seg buisness og at  reklamera fyri sínar vørur.!??? Les her

Obama hevur sjálvur úttalað seg soleiðis: As he reportedly told senior aides in 2011: “Turns out I’m really good at killing people. Didn’t know that was gonna be a strong suit of mine.” Les her

Hann er líka sum stoltur av, at hann er dugnaligur til at drepa menniskjur, men kortini eru tað tílíkir persónar ið ríkisfelagsskapurin vil hava henda vegin til at undirvísa vinnulívið og Guð viti hvat meir? Hetta má sigast at vera eitt sera vánaligt signal at senda víðari til ungu ættarliðini ið koma aftaná okkum, at hópdrápsmenn (massamordarar) vera tiknir inn til at undirvísa leiðandi kreftum í ríkisfelagsskapinum? Hvør er gubbi at slíkum óhugnaligum tiltøkum?

Her eru nøkur umráði ið Obama hevur bumba: “Sýria, Afganistan, Irak, Pakistan, Libya, Yemen, Somalia.”Eingin ivi kann tí vera um, at her er nakað heilt spinnandi gali við andanum og moralinum í (ríkisfelagsskapinum) vesturheiminum!” Tað er enntá so livandi gali, at fleiri “sokallaðar kristnar rørslur” síggja upp til Amerika og tess politikk. Billy Graham plagdi at seta mót í hesar hópdrápsmenn við bíbliuni í hond og signa teir, áðrenn teir tóku sína avgerðir um at senda tropparnar út at myrða og drepa, men tá so Billy Graham doyði, so kappaðust summir kristnir høvdingar í FO at sleppa at fylgja honum til gravar. Hvar er samfelagið á veg til? Er tað meiningin, at kriminellar kreftir skulu verða stýrandi elitan í samfelagnum í nærmastu framtíð? Ikki tí, men til deils tykist hetta longu vera so, tíverri. 

Kortini siga hesir hópdrápsmenn: ”God bless Amerika!” ???  

Vónin um, at fólk fara at vakna ein dag, er sera lítil, men hon er har enn.

Símun A. Klein

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo