Tá góðar gerðir skulu setast í verk, verður mangan leitað til tey "illavorðnu" at fáa peningin
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Hondbóltsfelagið Tjaldur og Stranda Ítróttarfelag: Grannafeløgini Hondbóltsfelagið Tjaldur av eystara armi og Stranda Ítróttarfelag (STÍF) av vestara armi á Skálafjørðinum hava avgjørt at samstarva. Í fyrstu atløgu snýr samstarvið seg um 1-3 felags umgdómslið. Hini liðini hjá feløgunum báðum fara eisini at venja saman við jøvnum millumbilum.​

Samstundis hava Tjaldur og STÍF gjørt avtalu við danan Mads Lindkvist sum nýggjan ungdómsvenjara hjá Tjaldur og leikara á mansliðnum hjá STÍF fyri komandi tvey kappingaráriðini. ​

Mads er 24 ára gamal og hevur drúgvar royndir sum hondbólsvenjari í hondbólsfelagnum í Hillerød á Sælandi. Eisini hevur hann spælt við fyrstaliðnum hjá felagnum, sum spælir í 2. deild í Danmark.​

Umframt at hava yvirskipaðu ábyrgdina av allari hondbólts- og styrkivenjing hjá Tjaldur, hava venjaraskeið, leggja venjingarskráir og vera stuðul og vegleiðari hjá hinum venjarunum, fer nýggi venjarin at venja einstøk lið, við serligum denti á at venja og samansjóða nýggju felags Tjaldur/STÍF-liðini. Eisini fer hann at venja og spæla við á mansliðnum hjá STÍF.​

Aage Arnoldson og Alexandur Johansen, formenn í Tjaldur og STÍF, siga í stuttari viðmerking, at feløgini gleða seg nógv til nýggja samstarvið. Við at standa saman røkka vit longur enn hvør sær, og fara í felag at bera hondbólturin í økinum enn longur framm. Hetta stig er nú tikið, og vónandi verður undirtøkan fyri hondbóltinum í økinum og í kommununum rundan um fjørðin enn størri í komandi árini.​

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo