Tað gagnar lítið at kenna prísin á øllum, um ein ikki kennir virðið á nøkrum
- Albert Einstein
Onnur tíðindi

Føroyska loysnin á samferðslu í einum oyggjasamfelagið er so góð, at hana eiga vit at taka til okkum, sigur limurin fyri Suðuroyggjarnar (Hebridurnar) í skotska tjóðartinginum, Angus MacNeil. Hann hevur sambært fleiri miðlum skrivað bræv til skotska ráðharran fyri samferðslu, Michael Matheson, og biðið hann farið til Føroyar at kunna seg um, hvussu eitt oyggjaland best verður bundið saman við einum veganeti.

Nógvir skotskir miðlar hava tíðindini, eitt nú The Times, Stornoway Gazette, Herald Scotland og Press and Journal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo