Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Sum leiklistafrøðingur og valevni Javnaðarfloksins til komandi løgtingsval havi eg sitið og fylgt orðaskiftinum í morgun um uttanhýsis fígging til tjóðleikhús.

Hetta orðaskiftið var úr enda í annan meira ein spurningur um, at Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin nýttu høvið at skamma Tjóðveldisflokkin í mun til ymiskt annað í hesum valskeiði.

Hetta var ikki eitt virðiligt orðaskifti um eitt týdningarmikið mál, men heldur runukast milllum tingfólk.

Nøkur vóru tó, sum vístu sjálvum málinum virðing – serliga kvinnuligu røddirnar bæði úr andstøðu og samgongu, sum tóku orðið á tingsins røðarapalli og í salinum. Tær høvdu allar lisið skjølini og hildu seg til málið, sum orðaskiftið var um.

At fólk taka orðið uttan at hava lisið uppskotið og skjølini, ið fylgja við, er átaluvert og óvirðiligt.

Hetta vísir veruliga, at nógvir av hesum politikarum hava onga virðing fyri hesum málinum yvirhøvur, men vilja brúka tað at kasta runu á hvønn annan og annars at tryggja sær sjálvum og flokkinum fleiri atkvøður, nú vit stunda ímóti vali.

Tað liggur eitt stórt arbeiði aftanfyri hesar 50 síðurnar, sum arbeiðsbólkurin hevur gjørt, har yrkisfólk innan leiklist hava verið hoyrd, men sum fleiri av andstøðulimunum kalla eitt A4 ark.

Teir hava allarhelst heldur ikki lisið meir enn eitt A4 ark av hesum 50 eftir orðaskiftinum at døma.

Eisini er tað átaluvert, at andstøðulimir siga seg sjálvar og onnur í tinginum spæla yrkisleik. At sjónleikur verður spældur í tinginum er einki at ivast í, men at vera yrkisleikari er nakað tú verður, tí tú hevur nomið tær útbúgving.

Høvdu teir kanska tosað um, hvør teirra var besti lækni ella sjúkrasystir í samband við umtalu av sjúkrahúsverkinum?

Ella hvør teirra var besti lærari í umtalu av skúlaverkinum?

Neyvan.

Meira virðiligt kjak um mentan, og tey fólk, ið hava valt sær yrkisleið innan mentan, takk!

Birnu Heinesen, valevni Javnaðarfloksins

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo