Tá fólk sleppa trúnni á Gud, trúgva tey ikki á onki, tey trúgva á hvat sum helst
- G. K. Chesterton
Bøkur

Tjóðsavnið gevur nú út nýggjan bókling: ”Fornminni í Kirkjubø – Biskupssætið Føroya í miðøld”.

Útgávan er liður í miðlan savnsins av mentanararvinum á hesum serliga staði. Í høvuðsheitum fevnir hesin mentanararvur um leivdirnar av stórbæru dómkirkjuni, sum vit vanliga nevna Múrin, um sóknarkirkjuna, ið er einasta miðaldarkirkja, ið enn er í brúki í Føroyum, um lítlu kirkjutoftina úti á Líkhúsfløtti og um tað, sum eftir er av biskupsgarðinum. Gamli bispagarðurin er í dag partvíst kjallari undir miðaldarligu bóndahúsunum í Kirkjubø.

Bóklingurin er ein dagføring av bóklinginum, ið Føroya Fornminnissavn og Føroya Fornminnagrunnur góvu út í felag í 1989. Nú sum tá er tað Símun V. Arge, ráðgevi og granskari á Tjóðsavninum, sum hevur skrivað bóklingin, ið er prentaður á fýra málum – á føroyskum, donskum, enskum og týskum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo