At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Mítt tastatur

Samgongan hevur sitið í 6 mánaðir, og maktkampurin hevur fingið tað at prutla undir lokinum. Meira og meira er sevjað undan brandteppinum, og hesa vikuna tykist endaspurturin at verða settur í gongd.

Útrópast skulu tey loyalu og tey illoyalu, har KVF ger Tjóðveldi til tað reina, Framsókn til tað skæra og løgmann til tann veika.

Tvey mál eru brúkt í Runsivalinum. Hjúnabandslógin er annað, og uppboðsølan av fiskirættinum er hitt.

Frá byrjan fór Nýggja Sjálvstýri úr samgongusamráðingunum, tí tey kundu ikki taka undir við at broyta hjúnabandslógina og kundu heldur ikki taka undir við uppboðssølu av fiskirættindum.

Løgmaður skilti ikki Nýtt Sjálvstýri, tí við hjúnabandslógini var tað ikki eitt samgongumál, men skuldi standa øllum frítt, og við uppboðssøluni var bert talan um at seta eina nevnd, tað var als ikki krav um uppboðssølu.

Sonja Jógvansdóttir kvitteraði fyri hesa støðu. Hon fór úr Javnaðarflokkinum, tí hjúnabandslógin ikki kom við í samgongugrundalagið, men stóð øllum frítt at atkvøða um.

Nú eru 6 mánaðir gingnir, og serliga Tjóðveldi, Framsókn og KVF eru kropin úr skotgrøvunum, og byrsupípurnar orna, so hvørt sum politisku kúlurnar súsa í almenna rúminum.

Tingfólk hjá Javnaðarflokkinum verða nú útrópt sum illoyal, tí tey fylgja síni egnu sannføring við hjúnabandslógini, og somuleiðis verða tingfólk hjá Javnaðarflokkinum kallað svíkjarar, um tey ikki taka undir við uppboðssøluni av fiskirættindum.

Hetta, hóast løgmaður hevur bedýrað, at í fyrra málinum er frítt at atkvøða hjá øllum, og hitt skuldi als ikki gjøgnumførast, men ein nevnd skuldi viðgera tað. Samgonguskjalið prógvar eisini hetta.

Tjóðveldi og Framsókn kappast nú um at hegla yvir løgmann og javnaðartingmenn, tí hesir fylgja samgonguskjalinum og síni sannføring, júst sum løgmaður boðaði frá við samgongustovnan.

Við máttmilklari hjálp frá KVF verður løgmaður skýrdur veikur, um hann ikki bukar síni upp á pláss.

Okkara spurningur er, hvat fyri pláss?

Hesir fylgja samgonguskjalinum neyvt, meðan tað gera vápnasmiðirnir ikki.

Tjóðveldi og Framsókn hava illoyalt spunnið eitt lokkanet um løgmann. Tey hava stoypt kúlur og lagt í KVF-byrsumúlan.

Loypur løgmaður undan kúlunum, so endar hann í lokkanetinum.

Ad-hoc loymið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo