Kærleiki eigur ikki at vera tað, tú væntar at fáa, men tað, tú væntar at geva - og tú mást geva alt
- Kathrine Hepburn
Lesarin skrivar

Summi teirra vilja sita á fleiri sessum í senn og nú krevur Tjóðveldi eisini formanssessin í Vinnunevndini.

Størsti flokkur á løgtingi, Javnaðarflokkurin, hevur tá ein formann, meðan Tjóðveldi hevur 4.

Er einki antitrust í løgtinginum, so fólkaræði ikki kemur í vanda?

Frammanundan nýggjasta kravinum frá Tjóðveldi, hevði Javnaðarflokkurin formannin í Vinnunevndini og formannin í Rættarnevndini.

Tjóðveldi hevur Tingformannin, forkvinnuna í Uttanlandsnevndini og í Trivnaðarnevndini.

Nú krevur Tjóðveldi, at tey fáa fjórða formansessin, og Javnaðarflokkurin skal sostatt bert hava ein.

Tjóðveldi sigur, at vit mugu hava antitrust, tí eingin má gerast ov stórur.

Men sami flokkur vil við 20% av atkvøðunum sita á øllum leiðandi postum.

Undrandi veljari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo