Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Politikkur

Tjóðveldi hevur lagt uppskot fyri løgtingið um at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvsfolk.

Flokkurin sigur millum annað soleiðis í viðmerkingunum til uppskotið:

"Tað er tørvur á at fáa útbúgvið fleiri sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar til at røkja tær tænastur, sum eru og verða neyðugar nú og komandi. Hetta bæði í sjúkrahúsverkinum og úti í kommununum.

Seinnu árini hevur tað verið lagdur stórur dentur á at fáa útvegað nóg mikið av serlæknum og kommunulæknum. Hetta hevur tíbetur í stóran mun eydnast. Og tað arbeiði má halda fram. Tíðin er nú komin til eisini at gera ætlan fyri, hvussu vit tryggja okkum, at vit eru før fyri at møta framtíðar avbjóðingum á røktarøkinum.

Góða gongdin í samfelagnum, har vit gerast alsamt fleiri, samstundis sum miðalaldurin hækkar, og nýggj viðgerðartilboð leggjast til, er eitt stórt tilfeingi í samfelagnum, sum eisini setir krøv til okkara framtíðar sjúkrahúsverk og til kommunalu eldraøkini. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit kunnu útbúgva hesar starvsbólkar í Føroyum.

Vit hava góðar skúlar við væl skikkaðum starvsfólkum. Tí snýr tað seg fyrst og fremst um, hvussu vit kunnu taka fleiri inn í útbúgvingarskipanina. Bíða vit við hesum, kann tað gerast trupult at taka fleiri inn, tí stórur partur av útbúgvingini gongur fyri seg úti á sjúkrahúsunum og í kommununum, har útbúgvin røktarstarvsfólk standa fyri starvsvenjingini.

Útbúgvin stavsfólk eru sostatt ein fortreyt fyri at kunna útbúgva fleiri.

Góðskan í teimum røktartilboðum, vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tað er mangar ferðir staðfest, at hægri fakligu førleikarnir hjá starvsfólkunum eru, størri eru sanníkindini fyri yvirlivilsi, og færri komplikatiónir eru hjá sjúklingunum. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara borgarar."

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo