Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Politikkur

- Vit eru tættari fullveldinum enn nakrantíð. Komandi fýra árini taka vit stór mál á føroyskar hendur og renna seinasta teinin av maratoninum móti einum sjálvstøðugum stati. Í Føroyum fer Tjóðveldi at taka seinastu fetini á fullveldisleið; tí verður tað avgerandi, at vit eisini fáa eitt frælst føroyskt umboð á Danating at tala Føroya søk.

Tjóðveldi spyr tí – um ikki nú, so nær, og um ikki vit, hvør skal so gera tað? Sí valskránna hjá flokkinum her:

Vakið varðhald
Neyðugt er alla tíðina at vera á varðhaldi, tá lógir, ið viðvíkja Føroyum, verða samtyktar í Fólkatinginum.

Neyðugt er at tala at, tá danskar lógir verða samtyktar, ið ganga móti føroyskum áhugamálum. Føroyar og Danmark førka seg hvør sín veg á heimspallinum og hava ymisk politisk og búskaparlig áhugamál. Tí mugu vit eisini vera á varðhaldi, tá Danmark flytir meira vald til Bruxelles og sníkir ES inn gjøgnum okkara bakdyr.

Rættin til sjálvi at avgera framtíðina
Staðfest er í farna fólkatingsskeiði, at Danmark - móti almennu fatanini í Føroyum - ongantíð hevur boðað Sameindum Tjóðum frá, at landið viðurkennir føroyska rættin til sjálvi at velja og sjálvi at gera av, um og nær vit vilja loysa frá Danmark. Hendan rættin krevur Tjóðveldi, at Danmark boðar ST frá í stundini, tí føroyingar eru tjóð við rætti til egið land. Hesin rættur kann ikki dúva upp á munnliga tilsøgn frá einum tilvildarligum forsætisráðharra í Danmark, sum hann ger í dag.

Altjóða politikkur og limaskapir
Tjóðveldi talar fyri, at Føroyar røkja egin áhugamál og reka sjálvstøðugan uttanríkispolitikk við rætti til at gera egnar avtalur við øll heimsins lond.

Enn vantar Føroyum limaskap í fleiri altjóða stovnum, so sum Norðurlandaráðnum, Arktiska Ráðnum, Sameindum Tjóðum, Olympisku leikunum, WHO og FAO. Fyri bert at nevna nakrar. Teir skulu fáast til høldar, og Tjóðveldi vil nýta allar pallar til at tala okkara søk og virka fyri at lata hesar dyr upp.
Farna skeið hevur Tjóðveldi á Fólkatingi dúgliga talað Føroya søk um allan heim.

Fólkaræðislig rødd
Føroyar eiga at vera sjónligar í heiminum, tá um fólkaræði, mannarættindi og sjálvsavgerðarrætt ræður. Tjóðveldi torir at tala at órætti og virka fyri frælsi og fólkaræði – eisini tá onnur tiga.

Vit virka eisini fyri burðardyggu heimsmálunum bæði heima og úti í heimi. Eisini á Fólkatingi vil Tjóðveldi leggja orku í altjóða samstarv um eina umhvørvisvinarliga kós og grøna framtíð.

Við virðing og sjálvsvirðing á Fólkating
Tjóðveldi vil, at í Føroyum skulu føroyingar ráða, og tí skal okkara virðiliga umboð á Fólkatingi virka fyri at flyta vald heim til Føroya.

Fólkatingssessurin skal ikki nýtast til at biðja um olmussur frá danska statinum, men í øllum lutum virka fyri einum sjálvstøðugum Føroyum og vinarligum sambandi við Danmark.

Tjóðveldi – fræls rødd á Fólkatingi

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo