Tú veitst ikki, hvat tú veitst, fyrrenn tú veitst, hvat tú ikki veitst
- Lawrence J. Peter
local.fo

News in English

Politikkur

Til Fólkatingsvalið vóru herrópini: "Um ikki nú, so nær?" og "Um ikki vit, so hvør?"

Eisini bleiv sagt, at farið verður eftir loysingini í komandi valskeiði.

Men nú Tjóðveldi hevur lagt fram sína valskrá, eru rembingarnar um loysing tónaðar niður – betýðiliga.

Segði onkur heit luft?

Ræðist sítt egna barn
Sannleikin er, at Tjóðveldi ræðist loysingina meiri enn nakar annar flokkur.

Flokkurin hevur ikki framt stórvegis av yvirtøkum hetta valskeiðið, og blokkstuðulin er ikki minkaður eina krónu.

Í ringum tíðum hevur flokkurin sum oftast sitið í andstøðu og skrætt seg um fullveldi, og at føroyingar eru trælir í egnum landi.

Men tá tað ræður um at fáa hendur á donskum pengum í sambandi við virksemið á Fólkatingi, standa teir klárir at mjólka vaskikonuna á Nørrebro.

Hvat man vaskikonan ikki hava rindað fyri trygdina í Danmark, tá ið Magni Arge kom sleipandi á Fólkating við tí eftirlýsta, Charles Puigdemont?

Fantastiskt at vera í ríkisfelagsskapinum og tað veit Tjóðveldi
Hví torir flokkurin ikki at fara út, eins og í 1998, og seta sum treyt fyri eini komandi samgongu, at Føroyar skulu hava loysing í næsta valskeiði?

Sannleikin er nokk tann, at flokkurin innast inni veit, at teir liva av konfliktini við Danmark, og at tað hvørki er undirtøka á Føroya Løgtingi ella í Føroya fólki fyri loysingini, tí vit hava tað fantastiskt í Ríkisfelagsskapinum.

• Ein ríkisfelagsskapur sum tryggjar eina óhefta rættarskipan.

• Ein ríkisfelagsskapur sum við høvd og gørnum tryggjar inntøkur og spardar útreiðslur fyri landskassan á umleið hálva aðru milliard krónur um árið.

Við Tjóðveldinum við róðrið í Fíggjarmálaráðnum hevur fíggjarlógin ikki eitt størri yvirskot enn góðar 400 mió. kr. – og tað er í bestu tíðum við fullum blokki og forskatting av pensjónum, sum Kristina Háfoss kallaði sminking undir undanfarnu samgongu.

Valskráin líkist meira Sambandspolitikki enn Loysingarpolitikki
Formaður floksins, Høgni Hoydal, tosar um, at blokkurin skal minkast, nú tíðirnar eru góðar.

Men hvat ætlar hann so at gera, tá ið tíðirnar blíva ringar aftur?

Jú, eg veit - tá fara teir sum vanligt aftur í andstøðu og lata hinar flokkarnar um upptakið.

Eg kann bara heilsa og siga, at uttan blokkstuðulin á 641,8 milliónir um árið, høvdu vit - í allarbestu tíðum við lágari rentu og høgum fiskaprísum - havt eitt dundrandi undirskot á fíggjarlógini.

Um vit so eisini høvdu yvirtikið raksturin av ríkismyndugleikunum í Føroyum s.s. politi, ákæruvald, dómsvald, Ríkisumboð, partar av sjóverjuni v.m., og mist góðu ratingina frá Moody’s, og sjálvi høvdu rindað SU og aðrar sosialar veitingar úr danska statskassanum til okkara útisetar, hevði undirskotið verið so stórt, at neyðugt hevði verið við drastiskum stigum fyri at fáa roknistykkið at hanga saman.

Tá kundi lættliga hugsast, at brúkaragjøld á vælferðartænastur, skattahækkingar og almennar hópuppsagnir høvdu blivið partur av gerandisdegnum.

Og ikki hevði tað sæð penari út við einum inhabilum og nepotistiskum føroyskum dómsvaldi.

Tí trúgvi eg, at Tjóðveldi ræðist loysingina, tey hava sæð veruleikan í eyguni og tað trúgvi eg eisini er orsøkin til, at loysingin nú er enda við ynski um ein samveldissáttmála, og ikki verður tikin upp á tungu í valskránni.

Johan Dahl
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo