Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vinna

Hans Andrias Frímann Kelduberg og Per Lund Gulklett eiga nú allan partapeningin í P/F TN24 (fyrr P/F Útferðir). Teir seta nýggjan pening í felagið fyri at leggja lunnar undir optimalan rakstur av Norðlýsinum innan ferðafólkavinnuna í føroyum, skrivar felagið á Facebook.

Frank Djurhuus Jakobsen ið hevur arbeitt við booking, sølu og kundarøkt hjá Norðlýsinum síðan juni 2017, er settur sum stjóri í felagnum.

Skipið fer á beding til viðlíkahald, umvælingar og ábøtur í januar. Síðani verður farið undir umfatandi virksemi ið fevnir um: regluligar túrar, sertúrar, túrar í sambandi við serligar hendingar og leigutúrar við spennandi tilboðum umborð.

Skráin fyri regluligar túrar og sertúrar finnst á heimasíðuni nordlysid.com. Serligir túrar verða lagdir afturat so hvørt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo