Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Politikkur

Fyrispurningur um TAKS, settur Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, av Joen Magnus Rasmussen, løgtingsmann.i
 
Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Hvørjar broytingar ætlar landsstýrismaðurin at gera við toll-eftirlitunum í Norðoyggjum, Eysturoynni og Vágum?

2. Nær verða broytingarnar settar í verk?
 
Svar
Landsstýrið hevur lagt stóran dent á, at almenn arbeiðspláss skulu vera kring alt landið. Tí er m.a. heitt á TAKS um leypandi at meta um, hvørjar uppgávur kunnu leggjast út á deildirnar, fyri at styrkja virksemið kring landið.
 
Tørvur er á, at styrkja og eftirmeta tolleftirlitið. Fíggjarmálaráðið hevur tí biðið TAKS um, at uppraðfesta tolleftirlitið sum part av virkseminum hjá TAKS.

Í hesum sambandi hevur Fíggjarmálaráðið eisini heitt á TAKS um, at gera og geva stjórnarráðnum eina frágreiðing um, hvussu TAKS mælir til, at farast kann undir sum heild at styrkja og menna tolleftirlitið nú og komandi árini.

Fíggjarmálaráðið fer í næstum, saman við Taks, at viðgera tilmælini og taka støðu til, hvørji skulu setast í verk, hvussu hetta skal gerast og nær.  
 
í Tinganesi, 14. Apríl 2019
Kristina Háfoss landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo