Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Innlendis ítróttur

Trongisvágur, Løgmanssteypið 2. umfar: B68 hevur leikt seg í fjórðingsfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið, eftir at liðið í dag vann 4-0 á útivølli ímóti Royn.

Støðan í hálvleikinum var 1-0 til toftamenn.

B68 leikti á ongan hátt sannførandi, og fekst sjón fyri søgn, hví liðið longu nú haltar fimm stig aftanfyri oddaliðini í 1. deild.

Leikferðin hjá teimum var alt ov lág, og megnaðu teir hartarbeiðandi hvalbingarnir, sum í ár skulu leika í 3. deild, at gera lívið súrt hjá eysturoyingunum.

Sjálvsagt sást, tá alt kom til alt, at annað liðið, sum var á vøllinum, venur nakrar ferðir um vikuna, meðan hitt einans spælir fyri at hugna sær í 3. deild.

Men tað er eingin ivi um, at hini sjey liðini, sum koma í fjórðingsfinaluna, ynskja sær at møta B68, ið hevur ein sera lágan miðalaldur á liðnum.

Sæð við Royn-brillum er ikki so nógv annað at siga, enn at Royn-ararnir royndu alt tað, teir vóru mentir, og at tað fyri teir kanska er gott, at teir í ár hava sítt egna lið í vaksnamannadeildini.

Tí eftir at teir so gott sum duttu niður ímillum í samstarvinum við TB og FC Suðuroy, megna teir nú at stilla upp við 11 leikarum, umframt fleiri útskiftarum.

Besti maður hjá hvalbingum í dag var óivað málverjin Ólavur Ludvig, sum hevði fleiri stórbjargingar, umframt at hann var tryggur í sínari søk, tá hann kom út eftir innleggum. Tíanverri fyri hann, átti hann 0-2 málið, sum avgjørdi dystin tíðliga í seinna hálvleiki, tá hann heldur óneyðugt feldi ein toftamann, ið var á veg burtur frá málinum. Hetta skal tó ikki taka nógv frá hansara annars framúr avriki.

Fyrsta málið hjá toftamonnum kom eftir einum góðum korteri av fyrsta hálvleiki, meðan málini til 2-0 og 3-0 komu heilt tíðliga í seinna hálvleiki. Tað síðsta málið kom stutt fyri leiklok.

Royn-B68 0-4 (0-1)
0-1: Otto Reinert Petersen
0-2: Debes Danielsen (brotsspark)
0-3: Áki Johannesen
0-4: Debes Danielsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo